Skriva út

B.Ed. sum fólkaskúlalærari

Bachelor of Education in Primary and Lower Secondary Education
  • Lestrartíð 4 ár
  • Deild Námsvísindadeildin (NÁD)
  • Tal á Lesandi Uml. 35
  • ECTS 240
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 300 DKK / ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar lærugongdir, so einstaki næmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.

Bygnaður

1.árið

2.árið3.árið4.árið

Undirvísing

og læring I 

10 ECTS

Undirvísing

og læring III

10 ECTS

Undirvísing

og læring V

10 ECTS

Vísindaástødi

og háttaløg 

5 ECTS

Undirvísing

og læring II

10 ECTS

Undirvísing 

og læring IV 

10 ECTS

Undirvísing 

og læring VI

10 ECTS

BEd.

verkætlan 

15 ECTS

Føroyskt 

á grund

20 ECTS

 

Støddfrødi

á grund 

20 ECTS

Linjugreina-

lestur I 

40 ECTS

Linjugreina-

lestur II 

40 ECTS 

 

Linjugreina-

lestur III 

40 ECTS

 

Starvslæra 

3 vikar á 

10 tímar

 

Starvslæra 

5 vikur á

10 tímar

 

Starvslæra 

5 vikur á

10 tímar

Starvslæra 

5 vikur á

10 tímar

 

Skipan av útbúgvingini

Læraraútbúgvingin er sett saman av trimum høvuðspørtum. Hesir eru:

Grundlærugreinar

  • Undirvísing og læring I - VI
  • Føroyskt á grund (1. - 6. flokk) 
  • Støddfrøði á grund (1. -6. flokk)

Linjugreinalestur

  • Lesandi velja sær tríggjar linjugreinar

Starvslæra 

  • 3 vikur fyrsta lestrarár
  • 5 vikur annað, triðja og fjórða lestrarár

Fyrsta lestrarár hava tey lesandi U&L I & II, ið taka støði í ávikavist námsfrøðiligari sálarfrøði og mál- og lesimenning. Harumframt hava tey eitt skeið, ið kallast “føroyskt á grund” og eitt skeið, ið kallast “støddfrøði á grund”. Hesi skeið skulu fyrireika tann lesandi at undirvísa í grunddeild og miðdeild fólkaskúlans í hesum báðum lærugreinum.

Annað lestrarár hava tey lesandi U&L III & IV, ið taka støði í ávikavist almennari námsfrøði og lívsáskoðan og siðalæru. Harumframt hava tey sína fyrstu linjulærugrein.

Triðja lestrarár hava tey lesandi U&L V & VI, ið taka støði í ávikavist í almennari didaktikk og sernámsfrøðligum avbjóðingum. Afturat hesum hava tey sína næstu linjulærugrein.

Fjórða lestrarár taka tey lesandi sína fjórðu linjulærugrein. Harumframt hava tey Vísindaástøði og háttaløg, áðrenn tey skriva og verja sína BEd. ritgerð.

Vallærugreinar

  • Allar lærugreinar fólkaskúlans

Innihald

Grundskeiðini eru skipað í eina skeiðsrekkju, ið kallast Undirvísing og læring (stuttstavað U&L). Hesi skeið varpa ljós á lærarayrkið í síni heild og tær avbjóðingar, ið ein lærari skal loysa, líkamikið um hann undirvísir í grunddeild, miðdeild ella hádeild fólkaskúlans.

Linjugreinalesturin skal fyrireika tann lesandi at undirvísa í úrvaldum lærugreinum.  Lærugreinarnar, ið tann lesandi kann velja ímillum, kunnu skiftast sundur í:

  • Mállærugreinar
    • Føroyskt
    • Danskt
    • Enskt
    • Týskt
  • Hugvísindaligar og/ella samfelagsvísindaligar lærugreinar
    • Søga og samtíð
    • Samfelagsfak
    • Kristni
  • Náttúruvísindaligar lærugreinar og støddfrøði
    • Landalæra
    • Lívfrøði
    • Alis/evnafrøði
    • N&T
    • Støddfrøði
  • Skapandi lærugreinar
    • Handarbeiði
    • Smíð
    • Myndlist
    • Tónleik
  • Ítrótt og heilsa
    • Ítrótt
    • Heimkunnleiki

Í “Kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum” (2021) stendur, at dekanurin tekur avgerð um, hvørjar linjugreinar verða boðnar út hvørt lestrarár. Og tað stendur somuleiðis, at dekanurin hevur heimild at bjóða út aðrar linjugreinar, umframt linjugreinar, ið eru samansettar av fleiri lærugreinum fólkaskúlans.

Starvslæran er ein samfastur partur av læraraútbúgvingini. Lesandi kunnu fara í starvslæru í øllum fólkaskúlum og frískúlum í Føroyum. Og tey hava somuleiðis møguleika at taka starvslæruna í øðrum landi.

Læraraútbúgvingin er á BEd-stigi. Hetta merkir, at læraralesandi kunnu taka partar av læraralestrinum á lærdum háskúlum uttanlands. Skiftislesturin verður skipaður í tøttum samstarvið millum Námsvísindadeildina og læraraútbúgvingar aðrastaðnis.  

Próvtøkur

Øll skeið á læraraútbúgvingini enda við próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nágreinað

  • hvør próvtøkuháttur verður nýttur
  • um ein nýtir innanseturs ella uttanseturs próvdómara
  • um lesandi skulu til próvtøku einsæris ella í bólki
  • um lesandi fáa próvtal ella staðið/ikki staðið fyri avrikið

Upptøkutreytir

Tey, ið fara undir læraralestur, skulu hava staðið bókligt miðnámsprógv (t.e. gymnasialt miðnám), og tey skulu hava havt føroyskt á A-stigi og støddfrøði á C-stigi.

Umsøkjarar, ið søkja eftir kvotu 2, skulu kunna skjalprógva, at teir hava útbúgvingar og/ella starvsroyndir, ið kunnu javnmetast við gymnasialt miðnámsprógv.

Starvsmøguleikar

Tey, ið hava staðið læraraútbúgvingina, kunnu søkja starv

  • í øllum fólkaskúlum í landinum
  • í øllum forskúlum og frískúlum í landinum
  • í fólkaskúlum og frískúlum í grannalondunum

Lestrarmøguleikar

BEd.-prógvið gevur atgongd til ymiskar master- og kandidatútbúgvingar á námsfrøðiliga økinum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Irenu Tróndheim ella Paulinu Poulsen, sum báðar eru lestrarvegleiðarar á Námsvísindadeildini ella við at venda tær til Fridu Poulsen, útbúgvingarleiðara.