6650.20 - Tvørgreinalig undirvísing


Skeiðsnummar
6650.20
Heiti
Tvørgreinalig undirvísing
ECTS
5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fáa tann lesandi at síggja lærumøguleikarnar í tvørgreinaligum arbeiði og at gera uppskot um, hvussu tær linjulærugreinir, ið viðkomandi hevur lisið á Námsvísindadeildini, kunnu arbeiða saman við øðrum lærugreinum, ið eru á tímatalvu fólkaskúlans
Innihald
• Námsætlanir og ískoytisøki • Evnisarbeiði av ymiskum slagi • Tvørgreinalig undirvísing og tvørgreinaligt arbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
Styttri upplegg frá undirvísarum, bólkaarbeiði og/ella sjálvstøðugt arbeiði
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvat eyðkennir tvørgreinaliga undirvísing • at meta um, hvørjar lærugreinir eru vælegnaðar til tvørgreinaligt arbeiði í fólkaskúlanum • at meta um, hvørji undirvísingarevni (ella temu) fáa gjøllari viðgerð í tvørgreinaligum arbeiðsgongdum • at leggja eina ítøkiliga ætlan, ið vísir, hvussu tvørgreinaligt arbeiði kann skipast (1) á einum ávísum floksstigi, (2) í einum ávísum undirvísingarevni og (3) við úrvaldum undirvísingartilfari og/ella undirvísingarmiðlum
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu gera ein postara (ella eina postararøð) og hava eina munnliga framløgu, ið tekur útgangsstøði í postaranum (ella postararøðini). Tey lesandi kunnu vera einsamøll um uppgávuna, ella tey kunnu arbeiða í tvey- ella trímansbólkum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa ein bókmentalista, tá skeiðið byrjar. Men tað verður væntað, at tey lesandi finna hóskandi bókmentir gjøgnum skeiðið, ið verða lagdar afturat hesum lista.
Ábyrgd
Hans Harryson