6751.21 - Føroyskt II


Skeiðsnummar
6751.21
Heiti
Føroyskt II
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur sum lærari á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi fær eina greiða fatan av, hvussu arbeiðast kann við ymiskum tekstasløgum (víðkaða teksthugtakið) í undirvísingarhøpi so førleikamálini í námsætlanini føroyskt 7. til 10. flokstrin kunnu náast. Endamálið er somuleiðis, at tann lesandi sjálvstøðugt megnar at gruna um tekstir og samskifta um hesar bæði í undirvísingarhøpi í skúlanum og í fakligum høpi millum starvsfelagar.
Innihald
Skeiðið er í sjey høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Í øllum pørtunum er fakdidaktiska sjónarhornið stýrandi. Partarnir eru hesir: a. Bókmentasøga b. Bókmentagreinir og greiningarhugtøk c. Bókmentadidaktikkur og snið d. Greining og tulking av fagurbókmentum e. Viðgerð og meting av yrkisbókmentum f. Fjøltáttað tekstasløg g. Eginframleiðsla av tekstum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá bókmentaligum høvuðsrákum í evropeiskum og føroyskum høpi • greiða frá bókmentasløgunum og teirra sínámillum samband • greina og viðgera fagur- og yrkisbókmentaligar tekstir • meta um tekstir og teirra leiklut í einum breiðum bókmenta- og miðlahøpi • grunda yvir og kjakast um bókmentalig evni í einum undirvísingarligum høpi, ið er beinleiðis knýtt av førleikamálunum í námsætlanini fyri føroyskt í hádeild fólkaskúlans. • brúka og meta um gagnliga nýtslu av fjøltáttaðum tekstasløgum í undirvísingarligum høpi • at stíga fram og halda stytti framløgur um bókmentalig evni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í fýra pørtum: 1. Tann lesandi skal miðskeiðis í skeiðnum í bólki á 3 ella 4 leggja fram eitt sjálvvalt verk og gruna yvir møguleikarnar við verkinum í undirvísingarhøpi í hádeild fólkaskúlans. Framløgan er treyt fyri at sleppa til pkt. 3. og 4. í próvtøkuni. 2. Tann lesandi skal einsæris leggja fram tillutað evni úr bókmentasøguni og framleiða PP til flokkin um evnið. Framløgan er treyt fyri at sleppa til pkt. 3. og 4. í próvtøkuni. 3. Tann lesandi skal einsæris ger eina skrivliga synopsu um eitt sjálvvalt verk ella evni og hvussu hetta kann nýtast í undirvísingarhøpi. Evnið ella verkið kann ikki vera tað sama sum í pkt. 2. 4. Í eini munnligari próvtøku skal tann lesandi leggja fram evnini og ætlanirnar í synopsuni. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku eftir á undan summarsteðginum 2022. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing. Givin verður eitt samlað próvmet fyri synopsis og munnliga samrøðu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa lestrarlista, tá skeiðið byrjar. Lestarlistin verður tillagaður eftir tørvi.
Ábyrgd
Páll Isholm