6752.21 - Føroyskt III - starvslæra


Skeiðsnummar
6752.21
Heiti
Føroyskt III - starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Skeið 1 og 2 í føroyskum á linju
Endamál
Tann lesandi skal læra at leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísingargongd, ið tekur støði í ávísum lærumálum og er rættað ímóti einum ávísum floksstigi/aldursbólki. Starvslæra er samfastur og týðandi partur av skeiðnum.
Innihald
• Námsætlanin í føroyskum við serligum denti á hádeild • Bókmentir um fyrireiking og eftirmeting • Fakligt og fagdidaktiskt tilfar frá skeiði 1 og 2
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum fyrilestrar, gestafyrilestrar, vegleiðing, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Tey lesandi fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta starvslærutíðarskeiðið. Tey lesandi skriva logbók meðan tey eru í starvslæru.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi megna: • at taka støðu til og velja hóskandi føroysktfakligt tilfar til ítøkiligu lærumálini • at taka støðu til og velja viðkomandi arbeiðshættir í undirvísingartilgongdini • at leggja til rættis undirvísingarætlan, ið tekur støði í gandandi námsætlan • at skipa undirvísingina í verki • at meta um, hvussu næmingalaga undirvísing í føroyskum kann skipast • at meta um egið avrik og seta tað í eitt breiðari høpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva á 7 til 10 síður og munnlig framløga, ið tekur støði í starvslæruni. Próvtøkan kann vera einsæris ella í bólki eftir avtalu við undirvísara.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Páll Isholm