7080.19 - Talgilt undirvísingartilfar


Skeiðsnummar
7080.19
Heiti
Talgilt undirvísingartilfar
ECTS
5
Fortreytir
Grund í føroyskum eftir skipanini frá 2016
Endamál
Málið við skeiðinum er: At tann lesandi setur seg inn í, hvussu talgilt tilfar kann gerast partur av undirvísingini, og hvussu hetta tilfar kann fáast til vega og gerast atgeingiligt hjá næmingum.
Innihald
Skeiðið fer fram sum sjálvlestur, og tann lesandi skal vísa, at hann megnar at brúka ymisk tøknilig amboð til framleiðslu av talgildum undirvísingartilfari og er tilvitaður um, hvussu tað kann brúkast. Tann lesandi skal kunna vísa á, hvørjir uppgávumøguleikar liggja í tilfarinum og skipa fyri talgildum innlatingum ella framleiðslum, har tøkni og multimodalitetur eru ein partur. Tilvit um talgilda lærufrøði skal vera partur av samlaðu framleiðsluni, somuleiðis tilvit um falstíðindi og keldukritikk.
Læru- og undirvísingarhættir
Tann lesandi skipar fyri lærutilgongdini sjálvur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið er hin lesandi: førur fyri at framleiða og fáa til vega talgilt tilfar og meta um góðskuna á tí førur fyri at skyna á ymsum modalitetum og duga at brúka teir tilvitað tilvitaður um, hvussu fjølsamansettir tekstir kunnu brúkast í undirvísing førur fyri at ogna sær amboð til at kunna undirvísa næmingunum í at framseta fjølsamansettar tekstir.
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær sjálvur til vega viðkomandi lesitilfar
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu