7484.19 - Náttúra og tøkni, starvslæra (ískoyti)


Skeiðsnummar
7484.19
Heiti
Náttúra og tøkni, starvslæra (ískoyti)
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi hevur staði fyrru skeiðini av linjuni Náttúru og Tøkni
Endamál
Endamálið er, at studentarnir skulu fata og brúka fjøltáttað náttúrufyribrigdi frá náttúrulærugreinunum, har dentur verður lagdur á visualitet, sum studentarnir skulu duga at nýta í undirvísingini í fólkaskúlanum.
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um øki innan lívfrøði, landafrøði og alis-/evnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum verða arbeiðshættirnir skiftandi didaktiskir og adidaktiskir, tvs. at lærarastýrd floksundirvísing við fyrilestrum og sjálvstøðugum arbeiði hjá lesandi verða nýtt skiftivís hesar tríggjar vikurnar.
Læruúrtøka
Á hesum skeiðnum skulu lesandi menna og ogna sær førleikar innan visualitet sum eitt týdningarmikið amboð, og duga at nýta førleikarnar í undirvísing teirra í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Uppgávan verður bert mett eftir skrivliga avrikinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen