7566.18 - Smíð: lærugreinin, fakdidaktikkur, trygdarskeið, maskinur og amboð


Skeiðsnummar
7566.18
Heiti
Smíð: lærugreinin, fakdidaktikkur, trygdarskeið, maskinur og amboð
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið í linjugreinini er: • at menna tann lesandi inneftir, so hann/hon kann víðka sína fatan og dugnaskap í lærugreinini • at menna tann lesandi úteftir, so hann/hon kann fáa førleikar at leggja til rættis fjøltáttaða undirvísing til næmingar á ymiskum støði • at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um handamboð og el-­maskinur • at geva tí lesandi trygdarskeið í at nýta el-­maskinur
Innihald
Umframt eina grundleggjandi innleiðslu í lærugreinuna og tess fakdidaktikk, verður dentur lagdur á trygdarskeið og at læra grundleggjandi førleikar og nýtslu av handamboðum og maskinum. Viðkomandi tilfar verður lisið við tilhoyrandi skrivligum og munnligum uppgávum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingauppgávur, felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Dentur verður lagdur á at fáa virknar luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi. Tað er møtiskylda til allartímar. Er tað so, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann gerast neyðugt, at sýta tí lesandi at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við støði í áðurnevndu læru-­ og undirvísingarhættum skal tann lesandi: • megna at siga frá um læruhættir, handverksførleikar, maskinførleikar, tilfarskunning, trygd og vandar á teimum aldursstigum, undirvíst verður á • Vísa at hon/ hann skilir og dugir at greina tey evni, sett eru í kortið til ymsu aldursbólkarnar • Vera før/førur fyri, á tryggan og skynsaman hátt, at leggja til rættis eina undirvísing, fremja hana og tryggja, at næmingarnir fáa eina læruríka og haldgóða heildaruppliving av lærugreinini.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við: • Standa royndinar í trygdarskeiðinum • Bólkauppgáva (møguliga 48-­tíma uppgáva) og framløga fyri linjuni. Nærri verður greitt frá uppgávuni á skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan