7591.16 - Skapandi tónlist og tónlistalig læra


Skeiðsnummar
7591.16
Heiti
Skapandi tónlist og tónlistalig læra
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina.
Endamál
At geva teimum lesandi hollan kunnleika til Tónleik sum læringsfak, og skapandi tónlist sum læringsamboð.
Innihald
• Mentanarliga áskoðan á tónlistaliga læring • Námsfrøðilig og sálarfrøðilig sjónarmið í tónlistaligari læring • Estetisku dimensjónirnar í tónleikinum • Tónleikurin í mentanarlívinum og lívsmentanini • Hvat er skapan? • Skapandi tilgongdir • Skapan, hugfloð og spæl • Skapandi umhvørvi og tess mótsetningur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, og praktiskar royndir.
Læruúrtøka
Eftir at skeiðið er liðugt, skal tann lesandi hava ognað sær innlit í og vitan um tónlistarligu, mentanarligu, sosialu og fíggjarligu ryggsekirnar, ið børn og ung bera, og við tí atlitið leggja undirvísing til rættis. Tann lesandi skal hava holla vitan um estetisku dimensjónir í tónleikinum, um mentanarlív og lívsmentan. Tann lesandi skal eisini hava kunnleika til, skilja skapan (kreativitet) og hugflog sum tónlistaligt fyribrygdi, og at brúka hesi í tónleikafrálæruni. Eisini skal tann lesandi hava holla vitan um og duga at brúka í tónleikaundirvísingini, ymsar tónleikanámsfrøðiligu rætningar, so sum m.a. tann hjá Kodaly, Orff, Suzuki og skapandi læru.
Próvtøkuháttur
Við skeiðsenda skal tann lesandi lata inn skrivliga uppgávu, við neyvum spurdómi við støði í innihaldinum á skeiðnum. Í uppgávuni skal tann lesandi seta upp undirvísingarstøðu/ur (case/s), og viðgera hesar didaktiskt og metodiskt. Uppgávan er 8-10 A4 síður, og tann lesandi fær eina viku at skriva.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kirsten Fredens og Elisabeth Kirk (2001) Musikalsk Læring Rithøvundarnir og Gyldendalske Boghandel, Nordisk Forlag A/S, København Hanne Eir og Gitte Gregersen Musikken spiller en rolle (2002) Folkeskolens Musiklærerforening.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen