7610.19 - Føroya søga við høvuðsdenti á 18. og 19. øld


Skeiðsnummar
7610.19
Heiti
Føroya søga við høvuðsdenti á 18. og 19. øld
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at arbeiða seg fram til eina sjálvstøðuga fatan av, hvussu søguskriving á einum vísindarligum stigi verður til, hvørji háttarløga nýtt verða, og hvørjar søgufatanir kunnu ligga til grunds fyri vali av søguligum evnum, spurdómum og framsetingum. Eisini verður komið inn á, hvussu hetta kann síggjast aftur í søgu/samtíðarundirvísing fólkaskúlans, t.e. søgudidaktikki. Roynt verður at seta skeiðið í samband við annan lesna, ið lesandi hava verið ígjøgum, serliga vísindaástøði og náms-/sálarfrøði/didaktikk.
Innihald
I. Analýsa av søguligum framsetingum av evninum II. Keldukritikkur og keldulesnaður til evnið III. Søgudidaktikkur Ad. I: Við støði í greining av heimildartilfarinum saman við lesnaði av ókendum keldutilfari, verður dentur lagdur á at analýsera seg fram til nøkur høvuðseyðkenni við søguskrivingini, ið lesandi kunnu gera sær dælt av, tá tey seinni skula skapa sjálvstøðuga søguskriving: Spurdómur, partsspurdómar, tesis, avmarking, sjónarhorn (búskaparlig, sosial, mentanarlig og politiskt) søgusýni/-fatan, metingarhættir, skrivistílur, høvuðsniðurstøða, perspektivering (kronologisk og geografisk) og egnar metingar av hesum. Ad II: Við støði í bókini Søgufrøði og øðrum ískoytistilfari koma lesandi við kelduvenjingum at gera sær tankar um kelduvirðið í heimildunum og hvørji atlit eiga at verða tikin, eisini áðrenn farið verður undir eina innihaldstulking. Eisini verður dentur lagdur á, at øll søguskriving er tíðarbundin og at søga í fólkaskúlahøpi umframt at verða eitt vitanarfak eisini er eitt dannilsisfak, har sjálvstøðug støðutakan er kravdur partur. Gjøgnumgingið verður m.a. hesi evni: At finna fram heimildir, keldusløg, ytri meting, keldur av 1. og 2. hond, hall, munnligar heimildir, fram- og afturlítandi keldur, málslig frábrigdi, og faklig hugtøk, ið kunnu verða tíðarbundin. Ad. III: Í framhaldi av tí søgudidaktiska tilfari, sum gjøgnumgingið var í undanfarna skeiði, verður komið inn á sambandið millum søgudidaktikk, undirvísingartilfar og dagligu undirvísing fólkaskúlans. Søgudidaktiska tilfari kemur at verða partur av praktikkætlanini, sum liggur til grunds fyri starvslæruni. Eisini verður komið inn á hvørjir møguleikar liggja í at brúka talgilda søguundirvísing í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Framløgurr, upplegg, kjak, kelduvenjingar, analýsuuppgávur og viðgerð, umframt venjingar í at leita fram tilfar og taka støðu til, hvussu hetta kann brúkast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • Hava eina breiða vitan og fatan av søgugongdini í Føroyum í 18. og 19. øld • Verða før fyri at meta um og viðgera keldutilfar (nýta keldukritikk) • Verða før fyri at viðgera spurdómar út frá givnum kelduheimildir (háttalag) • Duga úr frá heimildunum at skjalprógva (dokumentera) grundarlagi fyri viðgerðini • Verða før fyri at tulka heimildir og grundgeva fyri egnum niðurstøðum
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við 3-tímas innanhýsis skrivligari roynd, lutvíst við kendum og ókendum keldutilfari við støði í lisna tilfarinum og við keldukritiskum atliti at gera eina søguliga framseting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Debes, Hans Jacob (1982). Nú er tann stundin . . . Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906 við søguligum baksýni. Føroya Skúlabókagrunnur. Demokratia (ritsj.) (2018) Kvinnur í kommunalpolitikki 1918 – 2018. Tórshavn. Jespersen, Kári & Nolsøe, Jens Pauli (1997). Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttalag. Føroya Skúlabókagrunnur. Rasmussenj, Petur Martin (1997). Mangt er i brøgdum vunnið. Um politisku gongdini í málstríðnum. Sprotin Skála, Annfinnur í (1992). Stjórnarskipananarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu. Føroya Skúlabókagrunnur. Harumframt kemur nakað av fjølritaðum tilfari, sum verður útflýggjað sohvørt.
Ábyrgd
Dagbjartur Debes