7620.20 - Tónleikaástøði


Skeiðsnummar
7620.20
Heiti
Tónleikaástøði
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við tað tónleikaástøði, ið er skrivliga grundarlagið undir vesturlendskari tónlist (herímillum tónsetingarlist, fólkatónleikur og populertónleikur). Tann lesandi skal læra at brúka og miðla tónleikaástøði í skrift og talu og í egnari undirvísing.
Innihald
Skeiðið fylgir innihaldinum í grundbókunum og er ein skipað og stigvís gjøgnumgongd av evnunum, herímillum teljast: -Nótaskipanin -Takstløg -Tónasløg (kvintringurin) -Tónlistalig hugtøk -Harmonikkur -Hoyrivenjing
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og kjak, venjingar, heimauppgávur, framløgur frá teimum lesandi, har tey greiða hinum frá, hvussu tey hava loyst ávísar uppgávur, hoyrivenjingar.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi hava · tilognað sær grundleggjandi vitan um tónleikaástøði og duga at brúka hetta í egnari undirvísing. · ognað sær førleikar at undirvísa í tónleiki sum eitt læringsfak · skilja melodiskar, harmoniskar og rútmiskar samanhangir, og við støði í hesum verða før/ur fyri at undirvísa øðrum í tónleikaligum og tónleikaástøðiligum samanhangum.
Próvtøkuháttur
Við skeiðsenda skal tann lesandi til skrivliga roynd. Tann lesandi skal loysa uppggávu á 4-5 síður, ið tekur støði í uppgávum, ið loystar eru gjøgnum skeiðið. Tíð: 1 tími og 30 min.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Victoria Williams (2020) Grade One Music Theory - Complete Course, Exercises & Answers (ABRSM 2020 and Trinity Syllabuses), www.mymusictheory.com Victoria Williams (2020) Grade Two Music Theory Complete Course, Excersises & Answers & Tests (ABRSM 2020+ Syllabus), www.mymusictheory.com Victoria Williams (2020) Grade Three Music Theory Complete Course, Excersises & Answers (ABRSM 2020+ Syllabus), www.mymusictheory.com Victoria Williams (2020) Grade Four Music Theory Complete Course, Excersises & Answers & Tests (ABRSM 2018+ Syllabus), www.mymusictheory.com Victoria Williams (2020) Grade Five Music Theory Complete Course, Excersises & Answers & Tests (ABRSM Syllabus 2020+ Edition), www.mymusictheory.com
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen