7627.20 - Normalitetur, frávik og arbeiðshættir


Skeiðsnummar
7627.20
Heiti
Normalitetur, frávik og arbeiðshættir
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur og frávik í skúlahøpi. Hetta fyri sjálvstøðugt og í samstarvi at kunna meta um tørvin bæði generelt og í serligum høpi hjá bæði einstaka næminginum og flokkinum og harumframt fyri at kunna velja og grundgeva fyri vali av hóskandi framferð og leisti í undirvísingini, sum eru í tráð við tørv og krøv í skúlahøpi og nýggja vitan har.
Innihald
Diagnosur í nútíðarsamfelagnum Barna- og ungdómspsykiatri Tilknýti Mentalisering Skúlafrávera Trauma Sorg Neuropedagogikkur (Inkluderandi skúlaskapur) Arbeiðsferð til stovnar fyri børn og ung í Føroyum Arbeiðshættir, tiltøk og avgerðir í samband við børn í serligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, logbók, framløgur, samrøður, PBL-arbeiði, cases, eygleiðingar- og kanningararbeiði, venjingar, sjálvlestur, felags- og sjálvrefleksión.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi: • Greiða frá ymiskum nútíðar diagnosum, viðføddum og fingnum brekum • Meta um avbjóðingar í relatiónum, undirvísing og læring, sorg og kreppu • At taka støðu til, hvussu hann kann fyrihalda seg til hetta gjøgnum tilognaða vitan, sjálvstøðuga hugsan, samstarv og innliman av teimum involveraðu • Duga at samskifta við næmingin, flokkin, starvsfelagar og avvarandi, har serligur ella íkomin tørvur ger seg galdandi • Meta um týdningin av áhaldandi at vera tilvitaður um at seta orð á egnan leiklut, t.d. fatan, refleksión, samskifti og málbrúki í arbeiðnum sum lærari, menning, læring og vøkstri hjá næmingum og skúla at gagni.
Próvtøkuháttur
Synopsis, spurdómsstýrd, skrivað í bólki ella einsæris og útdjúpað munnliga av tí einstaka lesandi við útgangsstøði í sjálvvaldum evni í modul 2.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan og annars gjøgnum skeiðið
Ábyrgd
Katrin av Kák