7693.20 - Skúlabúgving og innskúling II


Skeiðsnummar
7693.20
Heiti
Skúlabúgving og innskúling II
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NáD
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um tað virkna barnið í skúlabyrjanini. Tey skula nema sær kunnleika um móttøkuna av børnunum frá skúlabúgvingini í innskúlingina, og tilogna sær vitan um, hvat ið eyðkennir hetta virksemið. Harumframt skula tey fáa innlit í ymsileikan millum børn og um tað einstaka barnið í einum fjøltáttaðum og kreativum námsfrøðiligum virksemi.
Innihald
• Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði og skúla • Málmenning • Søguforteljing • Støddfrøðilig grundfatan • Fakini í innskúlingini • Ymiskleikin millum børn - næmingatillagað undirvísing • Tað virkna barnið. • Kreativitetur og estetiskar lærutilgongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiðið verkstaðararbeiðið, bólkaarbeiðið, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmetingar, portfolio, starvsvenjingar og starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini. • kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skúlabyrjanina.í mun til tað virkna barnið. • greina tað námsfrøðiliga virksemi við støði í einum fakligum, didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska og estetiska lærutilgongd við støði í fakligheit, hugflogið, kreativitetið og innovatión. • Samantvinna og greina ástøði við praksis.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið verður próvtøkan tvídeild: Í fyrsta partinum skula tey lesandi arbeiða við einum prosjekti, har dentur verður lagdur á námsfrøðiligu kreativu tilgongdina í arbeiðnum við børnum. Hetta skal roynast í praksis við børnum og skal standast fyri at sleppa til munnligu próvtøkuna. Annar partur er ein munnlig framløga, sum tekur støði í einum portfolio, sum tann lesandi arbeiðir við gjøgnum praksis vikurnar. Portfolio skal innihalda skjalfesting av arbeiðstilgongdini, har dentur verður lagdur á avgerðir í samband við produktið, framferðarhættir, teknikkir, ástøði, hugsanir og refleksjónir. Tað er frítt fyri, hvussu portfolio verður sett upp og gjørt. Endaligt verður givið eitt próvtal fyri báðar partarnar í próvtøkuni. Nærri kunning í serstakum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen