7694.20 - Skúlabúgving/innskúling III


Skeiðsnummar
7694.20
Heiti
Skúlabúgving/innskúling III
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um virksemi í innskúlingini, við serligum atlit til 1. flokk. Tey skula fyrihalda seg kritist og refleksivt til starvslæruroyndir við støði í ástøði.
Innihald
• Lógarverk og námsætlanir • Didaktikkur • Eftirmeting • Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiðið, bólkaarbeiðið, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmetingar, starvslæra og starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Nýta lógarverk og námsætlanir í praksis • Greina didaktiskar tilgongdir við serligum atlit til 1. Flokk. • Greina eftirmetingartilgongdir • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta starvslæruna • Meta um og samantvinna ástøði við praksisi við eini refleksivari tilgongd.
Próvtøkuháttur
Lesandi skal í starvslæru, og skal hon verða staðin, fyri at tey sleppa at skriva starvslæruuppgávuna, sum er ein synopsa. Lesandi skal skriva eina synopsu við munnligari framløgu. Nærri kunning í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen