7801.20 - BEd-ritgerð - Læraraútbúgvingin


Skeiðsnummar
7801.20
Heiti
BEd-ritgerð - Læraraútbúgvingin
ECTS
15
Fortreytir
Áðrenn lesandi sleppa at verja B.Ed. ritgerðina, skulu tey hava staðið allar ásettar próvtøkur á læraraútbúgvingini.
Endamál
BEd-verkætlanin er spurdómsstýrd. T.e. at tey lesandi velja sær eitt spurdómsevni, ið er viðkomandi fyri lærarayrkið. Tá ið tey lesandi svara spurdóminum, so skulu tey samantvinna vísindalig ástøði og háttaløg við egnar kanningar og/ella skjalfestar starvslæruroyndir
Innihald
Ritgerðin verður skipað kring ein spurdóm. Spurdómurin skal grundast í undirvísingarfakligum og/ella námsfrøðiligum avbjóðingum, sum eru viðkomandi í skúlahøpi. Tann lesandi orðar sín spurdóm í samráð við vegleiðaran.
Læru- og undirvísingarhættir
Lesandi fáa vegleiðing, meðan tey skriva BEd-ritgerðina: • Ein lesandi – 3 klokkutímar • Tvey lesandi – 4 klokkutímar • Trý lesandi – 5 klokkutímar
Læruúrtøka
Vitan: Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna • at greiða frá, hví spurdómsevnið er eitt týdningarmikið evni í lærarayrkinum • at grundgeva fyri, hvørji ástøði og hvørji háttaløg tey hava nýtt, tá ið tey hava kanna spurdómsevnið. Førleikar Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna • at savna empiri, ið er viðkomandi fyri spurdómsevnið • at greiða og greina empiriska tilfarið við støði í úrvaldu ástøðunum og háttaløgunum • at vísa við dømum, hvussu ein lærari kann arbeiða við spurdómsevninum í skúlanum, í flokshølinum og/ella í eini ávísari lærugrein Almennir førleikar Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna • at skriva ein samanhangandi akademiskan tekst um spurdómsevnið • at nýta frøðimál og frøðiorð, tá ið ein skiftir orð um spurdómsevnið • at meta um og kjakast um tey ástøði, háttaløg og kanningarúrslit, ið verða løgd fram í BEd. ritgerðini
Próvtøkuháttur
BEd. ritgerðin er eitt skrivligt avrik, ið verður vard munnliga. Ritgerðin kann skrivast einsæris ella í bólki. Tað kunnu í mesta lagi vera trý lesandi í hvørjum bólki. Munnliga verjan, sum skal taka støði í skrivliga avrikinum, er einsæris. Lesandi, ið skriva í bólki, ábyrgdast fyri alla ritgerðina. (Próvtøkan og onnur viðurskifti eru lýst nærri i serstøkum skjali).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tað tilfar, sum er nýtt í lesnaðinum frammanundan, skulu lesandi fáa til vega hóskandi bókmentir.
Ábyrgd
Hans Harryson