7225.10 - Bókmentasøga - úr upplýsing umvegis romantikk til nýbrot


Skeiðsnummar
7225.10
Heiti
Bókmentasøga - úr upplýsing umvegis romantikk til nýbrot
ECTS
7,5
Endamál
At fáa bókmentasøguligt innlit og førleika at lesa og meta um tekstir í bókmentasøguligum samanhangi. Harumframt at ogna sær tilvitan um, hvussu bókmentasøga verður skrivað, og hví og hvussu tekstir verða skipaðir í bókmentasøgulig tíðarskeið. Sambandið millum samfelagsmenning, broytingar í almennari hugsan og bókmentir verður kannað sum liður í at skilja bæði bókmentirnar og bókmentasøguskrivingina.
Innihald
Upplýsingarøld 1690-1790 Upplýsingarøldin frá umleið 1690 til1790 var eitt tíðarskeið í evropeiskari mentanarsøgu merkt av hugsanini um, at upplýsing og skynsemishugsan vóru neyðug amboð í einari uppgerð við gamlar siðir, átrúnaðarligt snævurskygni og vanahugsan. Upplýsing, skilt bæði sum leitan eftir nýggjari vitan og útbreiðsla av vitan, var sæð sum avgerandi treytin fyri, at menniskja kundi gerast frælst og liva eitt virðiligt lív. Mannarættindahugsanin var tí partur av rákinum í upplýsingarøldini. Tíðarskeiðið verður vanliga sett at byrja í 1690, tá enski heimspekingurin John Locke gav út verkið ”An Essay Concerning Human Understanding”. Romantikkur 1790-1870 Men menniskjans vit og skil hevur sínar avmarkingar, og í seinnu helvt av 1700-talinum spíraði fram ein rørsla, sum rættiliga skjótt fekk heitið romantikkur. Romantiska tíðarskeiðið verður vanliga sett at vara frá umleið 1790 til 1870. Ì romantikkini var dentur lagdur á hugflog, kenslur, innlivan, og at menniskja er partur av størri heild, sum tað ikki til fulnar kann fáa innlit í. Meginhugsanin í romantikkini var, at einstaka menniskja ikki bara er einstaklingur, men partur av einum fólki, t.v.s. einari tjóð og einari søgu (tjóðskaparromantikkur), og harumframt ein evarska lítil partur av størri alheimi, sum tað bert í løtum við hugflogi og/ella innlivan kann fáa eina lítla hóming av, t.d. úti í náttúruni ella í listini, tónleikinum og bókmentunum (universalromantikkur). Eins og upplýsingarstevnan í 1700-talinum fekk romantikkin í 1800-talinum, serliga tjóðskaparromantikkin, víðfevndar politiskar avleiðingar. Nýbrotið 1870 Í seinnu helvt av 1800-talinum tók seg upp eitt rák ímóti romantikkini. Romantikkin varð hildin at vera í so innhugsin, veruleikafjar og sveimandi. Funnist varð m.a. at, at romantikkin mest snúði seg um dreymar og longsul, t.v.s. ikki um veruleikan. Í Englandi og Fraklandi komu út sonevndar realistiskar bókmentir, og kravið til bókmentirnar var nú, at tær skuldu snúgva seg um veruliga lívið hjá fólkið, gera fólk tilvitað og upplýst um samfelag, persónlig rættindi (t.d. hjá kvinnum), moral o.s.fr. Danski bókmentafrøðingurin Georg Brandes kom við hesum hugsanum til Danmarkar, eftir at hann hevði ferðast kring Evropa í 1860’unum, og í 1871 byrjaði hann ta fyrilestrarøð á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sum vanliga verður roknað sum byrjanin til sonevnda ”Nýbrotið” í norðurlendskum bókmentum. Í Norðurlondum gjørdist “Nýbrotið” eitt greitt og væl skilmarkað hugtak, men tað endurspeglaði eitt rák, sum gjørdi seg galdandi um alt Evropa. Bókmentirnar skuldu taka upp og viðgera trupulleikar í samfelagnum. Bæði innihaldsliga og í málburði skuldu bókmentirnar gera upp við tað siðbundna, serliga romantikkina. Í veruleikanum bygdi Brandes sína uppgerð á hugsanirnar úr upplýsingartíðini, og hetta var hann tilvitaður um. Tað ráddi um at upplýsa fólkið, fáa fólk at hugsa og seta spurnartekin við viðurskifti í samfelagnum og á tann hátt lata upp fyri tí nýggja, t.v.s. nýggjum hugsanum og nýggjum møguleikum í einum samfelag, sum áhaldandi var undir ógvisligum broytingum. Við “Nýbrotinum” var sostatt eisini latið upp fyri tí ørgrynnu av bókmentaligum og listarligum rákum, sum komu at eyðkenna 20.øld.
Próvtøkuháttur
48 tíma uppgáva. 48 tímar áðrenn uppgávan skal handast inn, fáa tey lesandi nakrar spurdómsorðingar. Tey skulu velja sær eina av hesum orðingum og hava tey 48 tímar at skriva uppgávuna. Uppgávan skal skrivast einsæris og skal vera 10 síður. Innanhýsis próvdøming. Próvtal verður givið eftir galdandi próvtalsstiga.