7301.10 - Lýrikkur


Skeiðsnummar
7301.10
Heiti
Lýrikkur
ECTS
8
Endamál
Málið við skeiðnum er at viðgera alt tíðarskeiðið frá tjóðskaparromantikk í 1880 árunum til okkara dagar. At tey lesandi ogna sær bókmentasøguligt innlit og førleika at lesa og tulka yrkingar frá ymsum skeiðum. At tey lesandi ogna sær vitan um rákini í føroyskum yrkingum farnu øldina og verða tilvitandi um rák og broytingar í yrkingalist farnu øldina. At tey lesandi ogna sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við yrkingar. At geva teimum lesandi førleika at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum. Skeiðið fevnir um 7 vikur á 2 dagar umframt eina heila viku til endaligt skrivligt verkevni. Undirvíst verður mánadag og fríggjadag. Tey lesandi fara at arbeiða við: At neyvlesa og greina tekstir. Viðgera didaktiskar spurningar og meta, hvussu undirvíst kann verða í yrkingum?
Innihald
Skeiðið er ein breiður sveipur gjøgnum føroyskan skaldskap á bundnum máli frá tjóðskaparromantiska tíðarskeiðnum og fram til okkara dagar. Yrkingar, ið umboða ymisk bókmentalig rák til ymsar tíðir verða lisnar og settar í bókmentasøguligan samanhang. Tilfarið skal geva tí lesandi eitt samanhangandi bókmentasøguligt yvirlit yvir føroyskar yrkingar. Í undirvísingini verður dentur lagdur á greining og tulking. Skeiðið miðar ímóti at geva teimum lesandi førleika at seta yrkingar saman til undirvísingartilfar á ymsum stigum í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einum vikuverkevni, sum kann verða skrivað einsæris ella í bólkum. Uppgávukrøv eru lýst í serstøkum uppgávuskjali. Tann lesandi skal vísa: - at hann hevur ognað sær innlit og førleika at lesa yrkingar í bókmentasøguligum samanhangi. - at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka yrkingar Harumframt verður hugt at: • Hvussu hegnisliga tann lesandi megnar at skipa uppgávuna. • Hvussu væl tann lesandi dugir at hugsa didaktiskt í sambandi við yrkingar • At tann lesandi orðar seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt. • At tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina.
Lestrarlisti
Jóannes Patursson Yrkingar (MS 1966) J.H.O. Djurhuus Yrkingar 1898 - 1948 (MS 1988) H.A. Djurhuus Undir víðum lofti (H.N. Jacobsen 1970) Poul F. Joensen Ramar risti hann rúnurnar (Einars prent 1967) Millum heims og heljar (Einars prent 1964) Christian Matras Yrkingar (BFL 2004) William Heinesen Níggju yrkingar (Varðin 1970) Karsten Hoydal Teinur og tal (Bókagarður 1972) Regin Dahl Rekagrót (Varðin 1978) Eftirtorv (Orð og løg 1981) T.N. Djurhuus Yrkingar (Bókagarður 1978) Rói Patursson Líkasum (MS 1985) Á alfaravegi (MS 1968) Guðrið H. Nielsen Lýtt lot (1963) Morgun í mars (Estra 1971) Steinbj. B. Jacobsen Tinna og tám (Fannir) Grund 1 og 2 (BFL 2005 ) Gunnar Hoydal Hús úr ljóði (MS 1984) kári p Vælferðavvísur Hinumegin ringvegin Jóanes Nielsen Kirkjurnar á havsins botni (MS 1993) Pentur (MS 1995) Tóroddur Poulsen Innivist (MS 1989) Royggj (MS 2002) Útvølir (MS 2008) Carl Jóhan Jensen September í bjørkum sum kanskaeru blaáar (Tutl 2006) Bókmentir um føroyskan lyrikk Anne-kari Skarðhamar Chr. Matras. Yrkingar (BFL 2004) Anne-kari Skarðhamar Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal (Fróðskapur 2009) Bergur Hansen Bundin av undursjónum (MS 1999) Chr. Matras J.H.O. Djurhuus. Yrkingar 1898 - 1948 (MS 1988) Guðrun Gaard: Far fram á gólv (Fróðskaparfelagið 2004) Hans Jacob Debes: Jóannes Patursson (Bókagarður 1991) Hanus Andreassen J.H.O. Djurhuus (MS 1997) Jógvan Isaksen: Eingin rósa er rósa allan dagin (MS 1986) Jógvan Isaksen: Homo viator (MS 1997) Jógvan Isaksen Treð dans fyri steini ( s. 173 -190) (MS 1994) Malan Marnersdóttir o.o Bókmentaljós - heiðursrit (Fróðskapur 2006) Turið Sigurðadóttir Bókmentasøgur - s. 268 – 294, s. 309 - 323 (Tórsh 2004) Tekstir um at lesa yrkingar við serligum atliti at undirvísing O. Kaldestad, H. Knutsen Diktboka - om arbeid med poetiske tekstar i skolen (Cappelen 2009) Otto Hageberg På spor etter meining (Cappelen1994) Erik Skyum-Nielsen Med luft imellem – en håndbog i lyrik. (DLF 1986) H. O. Andersen: Poesiens pil (LNU1998) Anne-Kari Skarðhamar Kunsten å lese skjønnlitteratur (Universitetsforlaget 2005) Anne-Kari Skarðhamar Litteratur og undervisning (Universitetsforlaget 2001) Atle Kittang Lyriske strukturer. Innføring i diktanalyse. (Universitetsforl.. 2001) S. Mose; O. Ravn Digtbogen (Gads forlag 2003) O. Karlsen: Lyrikk og lyrikklæsning (LNU 1998) Terry Eagleton: How to Read a Poem (Blackwell 2008) C. Brooks & B. Warren: Understanding Poetry (HRW) M. & P. Benton: Examining Poetry (Hodder and Stoughton 1990) Per T. Andersen: modernisme (LNU 2008) C. Elbro og C. Kock Litteratur læsning (Munksgaard 1984)