7302.10 - Bendingarlæra


Skeiðsnummar
7302.10
Heiti
Bendingarlæra
ECTS
4
Endamál
At geva teimum lesandi fatan av: a) hvussu orð eru bygd upp b) hvussu ein á skipaðan hátt arbeiðir við bendingarmynstrum og kennir nakað til uppruna og kann greiða frá broytingum og frávikum c) Yrkisorðum, t.e. at tey skulu duga føroysku og útlendsku heitini fyri tað mesta, ið verður tongt at bendingarlæru/morfologi
Innihald
Skeiðið er um bendingarlæru. Arbeitt verður við orðum, orðapørtum og merking. Bendingarmynstur og orðaflokkar eru høvuðsevni á skeiðnum, men til at seta skorður undir námið verður farið um nakað av ljóðlæru og norrønum, eins og føroyskt málfjølbroytni (sprogvariation) eisini verður viðgjørt. Málbroytingar og frávik verða viðgjørd, eins og háttalag í hesum viðfangi er ein natúrligur lutur av skipaðum arbeiðslagi at fáa greiði á ymsum viðurskiftum og leggja fram úrslit øðrum til kunningar. Undirvíst verður 4 tímar um vikuna (tvær ferðirnar tveir tímar) Skeiðið er 8 vikur Bendingarmynstur verða gjøgnumgingin í mun til eitt nú orðaflokk, samsvar, tal og binding. Skil skal fáast á veikum og sterkum formum og bundnum og óbundnum. Ljóðlæra verður partur av frálæruni fyri betur at skilja ymisk fyribrigdi so sum umljóð, samanfallandi bendingarendingar og frávíkjandi framburð ymsa staðni í landinum. Merking, bæði tá tað snýr seg um orð og orðapartar, er eisini partur av arbeiðssetninginum. Skil skal fáast á hugtøk ella yrkisorð, so sum skerping, tvíljóðan, ljóðlíking, ljóðskifti, avljóð og umljóð, forfesti og eftirfesti o.o.. Arbeitt verður fyrst og fremst við føroyskum máli, men verður sjónarringurin víðkaður við at taka dømi úr øðrum málum, verður tað gjørt.
Próvtøkuháttur
4 tíma skrivlig roynd, - øll hjálparamboð loyvd.
Lestrarlisti
Grundbøkur: Andreasen, P. og Árni Dahl (1997): Mállæra. Føroya skúlabókagrunnur. Henriksen, Jeffrei (2004): Bendingarlæra. Sprotin. Weyhe, Eivind (2010): Málfrøði: Hvat er mál? Orðasavn. Morfologi. Málbroyting. Undirvísingarhefti til støðisnám í føroyskum. Føroyamálsdeildin. Aðrir tekstir: Petersen, Hjalmar P. (1992): “Skerpingin í føroyskum”, s. 11-19. Frændafundur. Ritstj.: Magnús Snædal og Turið Sigurðardóttir. Háskóli Íslands. Háskólaútgáfan. Poulsen, Johan H. W. (2004): “Føroysk lýsingarorð, sum enda við –aligur”, s. 59-62 og “Eitt sindur um málreinsing”, s. 63-66. Mál í mæti. Ritstj.: Anfinnur Johansen og Hans Joensen. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn. Weyhe, Eivind (1991): “Nøkur orð um bendingarmun í føroyskum bygdamálum”, s. 16-22. Málting, nr. 1, 1. árg.