7303.10 - Prosa
Skeiðsnummar
7303.10
Heiti
Prosa
ECTS
9
Endamál
Málið við skeiðnum er:
-at lesa tekstir frá øllum tíðarskeiðnum frá aldaskiftinum 1900 til okkara dagar.
-at tey lesandi ogna sær bókmentasøguligt innlit og førleika at lesa, greina og tulka prosatekstir frá ymsum tíðarskeiðum.
-at tey lesandi ogna sær vitan um rák og eyðkenni innan føroyskar prosabókmentir .
-at tey lesandi ogna sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við prosabókmentir.
-at geva teimum lesandi førleika at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er ein ferð gjøgnum føroyskan prosaskaldskap frá fyrstu stuttsøgunum á føroyskum um aldaskiftið og fyrstu skaldsøguni í 1909 fram til føroyskar prosabókmentir nú.
Ymiskir prosatekstir, sum umboða ymisk bókmentalig rák ymsar tíðir verða lisnir og settir í bókmentasøguligan samanhang.
Tilfarið skal geva teimum lesandi eitt yvirlit yvir ymisku prosabókmentirnar í føroyskari bókmentasøgu eins og djúpari kunnleika til tekstir og verk frá ymiskum tíðarskeiðum umboðandi ymisk rák.
Dentur verður lagdur á greining og tulking.
Skeiðið skal geva teimum lesandi førleika at seta saman fjølbroytt prosatilfar til undirvísing á ymsum stigum í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um 6 vikur á 2 dagar umframt eina heila viku til endaligt skrivligt verkevni. Undirvíst verður mánadag og fríggjadag. Tey lesandi fara at arbeiða við: At neyvlesa og greina tekstir. Viðgera didaktiskar spurningar og meta, hvussu undirvíst kann verða í prosatekstum. Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, ymsar framløgur, sum einstaklingar standa fyri, bólkaarbeiði og skrivlig verkevni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einum vikuverkevni, sum kann verða skrivað einsæris ella í bólkum. Uppgávukrøv eru lýst í serstøkum uppgávuskjali.
Tann lesandi skal vísa:
- at hann hevur ognað sær innlit og førleika at lesa prosa í bókmentasøguligum samanhangi.
- at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka prosatekstir.
Harumframt verður hugt at:
• Hvussu hegnisliga tann lesandi megnar at skipa uppgávuna.
• Hvussu væl tann lesandi dugir at hugsa didaktiskt í sambandi við prosatekstir.
• At tann lesandi orðar seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt.
• At tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina.