7304.10 - Orðalagslæra


Skeiðsnummar
7304.10
Heiti
Orðalagslæra
ECTS
4,5
Endamál
At geva teimum lesandi fatan av bygnaðinum í føroyskum orðalagi, og hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvørt eftir øðrum. At geva teimum lesandi amboðini at greina setningar niður í minstu liðir.
Innihald
Skeiðið er um føroyska orðalagslæru. Hvat, ið eyðkennir føroysku setningssløgini, hvussu setningar eru skipaðir, hvussu setningsliðirnir eru sínámillum skipaðir. Hvussu sagnorðini treyta liðirnar og sniðini, og hvussu orðini laga seg hvørt eftir øðrum. Skeiðið miðar eftir at venja tey lesandi at greina setningar niður í smæstu liðir. Undirvíst verður mikudag frá 8 -12 Skeiðið er 8 vikur Skeiðið byrjar við spurninginum um virði og heildir. Næst verða setningar lýstir, fyrst sum setningsevni, stuttmæli, síðan sum høvuðs-og eykasetningar. Síðan verða liðirnir – umsøgn, grundliðir, umsagnarliðir, ávirki og hjáliðir - lýstir út í æsir. Tær útgreiningar av liðunum, ið Jeffrei Henriksen hevur í síni bók Orðalagslæru, verða tær, sum arbeitt verður við í høvuðsheitum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd (5 tímar) Innanhýsis próvmeting. Próvtað verður givið eftir galdandi próvtalsstiga
Lestrarlisti
Jeffrei Henriksen: Orðalagslæra. Sprotin 2000 K. Davidsen og J. Mikkelsen: Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin 2010 P. Andreasen og Á. Dahl: Mállæra Føroya skúlabókagrunnur 1997 H. Thráinsson. H. Petersen. J. Jacobsen, Z. Hansen: Faroese – an overview reference grammar Føroya Fróðskaparfelag 2004 T. Kristiansen & fl.: Dansk Sproglære Dansklærerforeningen 1996