7305.11 - Skaldskapur av mannamunni


Skeiðsnummar
7305.11
Heiti
Skaldskapur av mannamunni
ECTS
4
Endamál
Tey lesandi skulu kunna seg við tey skaldskaparsløg, sum við felagsheiti verða rópt Skaldskapur av manna munni: Sagnir, ævintýr, skjaldur, kvæði, tættir, orðtøk og gátur. Tey skulu gerast kunnug við eyðkenni fyri hvørt skaldskaparslag sær og fáa innlit í søguna hjá hesum skaldskaparsløgum altjóðaliga, og tá ið um føroysk viðurskifti ræður. Umframt skulu tey kunna seg við hugtakið Siðmentan. Tey skulu læra um frásøgukynstur, dans og dansispøl, og tey skulu sjálv royna frásøgu, dans og dansispøl í verki Skeiðið miðar ímóti, att tey lesandi ogna sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við munnbornar tekstir og at geva teimum lesandi førleika at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum. Skeiðið fevnir um ? vikur á 2 dagar umframt eina heila viku til endaligt munnligt/skrivligt verkevni. Undirvíst verður ?dag og ?dag. Tey lesandi fara at arbeiða við: At neyvlesa og greina tekstir, at siga frá, at dansa og kvøða. Viðgera didaktiskar spurningar og meta, hvussu undirvíst kann verða í munnbornum skaldskapi?
Innihald
Skeiðið byrjar við innleiðslu í evnið Skaldskapur av manna munni. Roynt verður at finna fram til tær ymsu skilmarkingarnar av skaldskaparsløgunum innan hesa høvuðsgrein, og roynt verður at gera eitt yvirlit, so læraralesandi fáa innlit í, hvat ið er at finna av tilfari innan hvørt skaldskaparslagið, og hvar ið tað er at finna á prenti. Nomið verður við eyðkenni, hvørt einstakt skaldskaparslag hevur, og støðu tess í almenninum í skiftandi tíðum. Somuleiðis verður nortið við frásøgnina, bæði tá ið sagt verður frá sagnum og ævintýrum, og tá ið skjaldur, kvæði og tættir verða framførd. Ein partur av skeiðnum er starvslærukendur, við tað at arbeitt verður við hesum skaldskaparsløgum saman við børnum um 7-8 ára aldur.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einum vikuverkevni, sum kann verða fyrireikað einsæris ella í bólkum. Uppgávukrøv eru lýst í serstøkum uppgávuskjali. Tann lesandi skal vísa: • innlit í hesi skaldskaparsløg og støðuna hjá hesum skaldskaparsløgum • hvussu hann dugir at skipa eina samanhangandi framløgu • hvussu framløgan tekur atlit til didaktiskar spurningar í sambandi við tann málbólk, ið hon er hugsað at venda sær til • at hann dugir at brúka rødd og kropsburð í framløgu síni • at hann dugir at málbera seg í framløgunum og at stava rætt • at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka munnbornan tekst • at hann megnar at nýta vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina.