7306.11 - Málsøga


Skeiðsnummar
7306.11
Heiti
Málsøga
ECTS
2
Endamál
At fáa tey lesandi: - at fáa kunnleika um føroyskt mál í søguligum høpi - at fáa kunnleika um málbroytingar - at fáa kunnleika um savningararbeiði og skrásetingar - at taka støðu til tann hugburð og tær umstøður, ið málið virkar og hevur virkað undir
Innihald
Skeiðið er um søguna hjá føroyska málinum. Skeiðið er grundað á keldutilfar frá 13. øld og fram til okkara dagar. Kannað verður: Hvussu gongdin var upp igjøgnum miðøldina. Hvør byrjanin var til purismu í norðurlondum. Hvussu støðan var á Svabosar døgum. Hvussu skriftmálið varð evnað til. Hvørjar hugsanir vóru, ið Jákup Jakobsen gjørdi sær um føroyskt. Hvør var orsøkin til tvídráttin millum skrivandi føroyingar um skriftmálið? Hvat var grein 7? Hvussu var gongdin viðvíkjandi undirvísingarmálinum? Hvussu var gongdin viðvíkjandi kirkjumálinum? Málið í skúlabókum og rundskrivið í 1954. Málstríðið í Hoydølum í 70árunum. Ymiskar áskoðanir um málrøkt og málpolitikk. Nýggjastu málálitini. Skeiðið miðar eftir at geva teimum lesandi eina heildarfatan av gongdini føroyskum viðvíkjandi frá miðøld til okkara dagar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður mikudag frá 8 -12 Skeiðið byrjar við eini heildarkunning um gongdina frá miðøld til okkar dagar. Síðan verður tilfar um í 18., 19., 20. øld viðgjørt
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið, skulu lesandi vera virkin í skeiðinum
Lestrarlisti
Bøkur Petur Martin Rasmussen: Den færøske sprogrejsning Petur Martin Rasmussen: Mangt er í brøgdum vunnið Arnfinnur Thomassen: Færøsk i den færøske skole H. Thráinsson. H. Petersen. J. Jacobsen, Z. Hansen: Faroese – an overview reference grammar Føroya Fróðskaparfelag 2004 (Kap 7. 369 – 465) Tekstasavn – sett saman til skeiðið. Jonhard Mikkelsen, Randi Kúrberg og Árni Dahl Seyðabrævið: * Inngangurin til Seyðabrævið / greitt úr hondum hava Jóhan Hendrik W. Poulsen og Ulf Zachariasen ; enskar týðingar: Michael Barnes & David R. Margolin ; tekningar: Janus Kamban. - Tórsh. : Føroya fróðskaparfelag, 1971. - 68 s. Jón Helgason: "Kongsbókin úr Føroyum", Útiseti VI, 1951 Húsavíkarbrøvini: Björn Hagström: "Nogle ord om språket i Husaviksbreven", Fróðskaparrit, 13. bók Hanus A. Samuelsen: "Hvør var hústrúin í Húsavík?", Úrval 1. árg. nr.4, 2. árg. nr. 1 (Meira samfelagssøgulig enn málsøgulig) Svabo og Nicolaj Mohr Reidar Djupedal: Svabo og orðabókastarv hansara. Varðin 33: 147-202 Rasmus Rasmussen: Svobos indberetninger. Varðin 25: 5-15 Jákup Dahl: Jens Chr. Svabo Varðin 25: 16-26 M.A. Jacobsen: Jens Chr. Svabo Varðin 39: 114-123 Jógvan í Lon Jacobsen: ”Nøkur orð um Svabo og upplýsingartíðina”, Málting 5, 1992 M. A. Jacobsen: ”Jens Chr. Svabo”, Varðin 39, 1970 M. A. Jacobsen: “Nicolai Mohr”, Bókmentamaðurin M.A. Jacobsen, 1995 Christian Matras: ”Nicolai Mohr”, Nøkur mentafólk, 1973 Kvæðasavningin M. A. Jacobsen: “Jóannes Klæmintsson í Króki”, Varðin 9, 1929 M. A. Jacobsen: “Sunnbiarbók”, Bókmentamaðurin M.A. Jacobsen, 1995 M. A. Jacobsen: “Hanus í Lopra”, Bókmentamaðurin M.A. Jacobsen, 1995 S. M. Zachariassen: „Hanus Hanusson“, Varðin 8, 1928 Schrøter og Hammershaimb Christian Matras: „J.H. Schrøter“, Nøkur mentafólk, 1973 Christian Matras: ”V. U. Hammershaimb”, Nøkur mentafólk, 1973 Reidar Djupedal: “Litt om framvoksteren av det færøyske skriftmålet”, Norsk språknemd, 1964 Símun av Skarði: ”Hammershaimb og føroyskt skriftmál”, Streingir, ið tóna III, 2000 Zakaris Svabo Hansen: ”Um skriftmálið (1846)”, Málting 3, Jakob Jakobsen Christian Matras: ”Dr. Jakob Jakobsen”, Nøkur mentafólk, 1973 Kaj Larsen: ”Eitt stavsetingaruppskot”, Málting 2, 1991 Um uppskot Jakob Jakobsens 1889 og ”Broyting” Kaj Larsen: ”Hin fyrsti málreinsarin”, Málting 9, 1993 Tummas Lenvig: „Mál og stavseting“, Varðin 71, 2004 Málrøkt ella ? Jóhan H. Winther Poulsen: “Hugleiðingar um málrøktarmannin Christian Matras“, Málting 1, 1991 André Nicalsen: „Tann skeiva málrøktarkósin”, Málting 4, 1992 Asbjørn Lómaklett: „Tann skeiva málrøktarkósin – eitt aftursvar“, Málting 5, 1992 Jeffrei Henriksen: „Hin ósakliga málvilluleiðin“, Málting 5, 1992 Tórður Jóansson: ”Føroyskt í 21. øld – dvínandi ella ment smámál”, Frændafundur 3, 2000 Uni Arge: ”Føroyar og mentanin. Vit yvirlivdu sum fólk og fara syngjandi út í heim”, Komin er nú onnur øld, 2004 Jógvan í Lon Jacobsen: ”Eg havi sent tær teldupost, men hygg inn á meylin.” EYÐVINUR, heiðursrit til Eyðun Andreassen, 2005