7423.11 - Ílegurnar


Skeiðsnummar
7423.11
Heiti
Ílegurnar
ECTS
9
Endamál
Endamálið við skeiðnum er: • At tey lesandi fakliga skulu vera før fyri at lýsa ílegurnar og hvussu alt livandi er tengt at sínum ílegum • At tey lesandi verða kunnað um, og síggja í verki, hvussu DNA og ílegur verða kannað • At tey lesandi kenna menningarstigini frá einkyknaðum frumverum til fjøltáttaðar fleirikyknuverur • At tey lesandi duga týdningin av lívfrøðiligum fjølbroytni, bæði tá talan er um ílegur og tá talan er um náttúru • At tey lesandi duga at sammeta lívfrøðiligt fjølbroytni á ymsum støðum • At tey lesandi eru før fyri at lýsa torskilt vísindaligt evni fyri almenninginum • At tey lesandi eru før fyri at lýsa lívfrøðiligt fjølbroytni og ílegurnar fyri ávísum aldursbólki í fólkaskúlanum.
Innihald
Í fyrsta parti av skeiðnum verða arvaligu tilgongdirnar lýstar, íroknað arbeiðið og ástøðið hjá Mendel. DNA og RNA verður lýst, bæði í bygnaði og í virknaði. Eisini verður arbeitt við at lýsa, hvussu ílegurnar verða stýrdar, og hvussu ílegutøkni virkar. Etisk virði í sambandi við ílegutøkni verða somuleiðis viðgjørd. Fyri at seta hetta í ein føroyskan samanhang verða eisini føroyskar verkætlanir innan ílegutøkni lýstar. Menning og fjølbroytni verða fokusevnið í seinna parti av skeiðnum, har dentur verður lagdur á arbeiðið hjá Darwin, og hugt verður eftir teimum ymisku menningarstigunum, alt frá einkyknuverum til risastórar plantur, soppar, ella djór, ið summi liva á sjógvi og summi á landi. Partur av skeiðnum verður ein verkætlanarferð at kanna ymisk búøki. Eitt av úrslitunum av hesi verkætlanarferð er ein heimasíða ætlað næmingum í framhaldsdeildini, um lívfrøðiligt fjølbroytni og ílegufjølbroytni í ymsum oyggjum í Atlantshavi.
Próvtøkuháttur
Ymsar kravdar uppgávur verða gjøgnum skeiðið, bæði sum spurnarblað við spurningum við fleiri svarmøguleikum (multiple choice) og smærri tekstir skulu skrivast. Hesar kravdu uppgávur skulu allar góðkennast, og tekstirnir skulu vera á einum støði so teir kunnu almannakunngerast. Skeiðið endar við eini 4 tíma roynd, har eitt spurnarblað við 40 spurningum, flestu við fleiri svarmøguleikum, skal svarast. Eftirmetingarúrslit: Skeiðið verður mett staðið ella ikki staðið.