7502.10 - Skapandi tónlist


Skeiðsnummar
7502.10
Heiti
Skapandi tónlist
ECTS
9,5
Endamál
Ein náttúrligur partur av barnalyndinum er at skapa. Felags fyri øll er hugflog og við hesum skapanarlyndi.Við at fáa innlit í hogflog og skapanarlyndi menniskjans, filosofiskt, ástøðiligt og vísinaligt er stórur møguleiki at fáa øll børn í talu. Bæði tey, ið duga at spæla ljóðføri og ikki. Felags fyri øll er hugflog og við hesum skapanarlyndi. Endamálið við hesum skeiði er at tey lesandi: 1. ogna sær hollan kunnleika til estetiskar lærutilgongdir 2. læra at lurta eftir og umskapa tað hoyrda til nýggj ljóðúttrykk 3. sleppa øllum ”vaksnum” fordómum og síggja ta nýggja í barnahædd 4. gera undirvísingartilgongdir, ið stymbra hugflog og skapanargleði, eisni í samanspæl við aðrar úttryksformar sum frásøgn og sjónleik, tekning/máling og litir, rørslur og dans o.a.
Innihald
1. viðgera hugtakið estetik í søguligum og filosofiskum perspektivi og hugtakið lærutilgongd. 2. viðgera hugtakið abstraktión, ljóð, rútmu og samljóð úr filosofiskum og vísindaligum sjónarhornum. 3. viðgera kognitivar útviklingsteoriir 4. hvat er hugflog og kann man stimbra tað? Hvat er skapanarevni? Hvar situr tað og kann man læra tað? 5. hvussu arbeiðir man við evnum sum hugflog, skapanarevnum, estetiskum lærutilgongdum við atlitið til menningarstøði á ymsu floksstigunum?
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakari lýsing Eftirmetingarúrslit: Uttanhýsis próvdøming verður nýtt. Tann lesandi fær eitt próvtal eftir galdandi próvtalstiga