7503.11 - Tónleikur, samskifti og samfelag


Skeiðsnummar
7503.11
Heiti
Tónleikur, samskifti og samfelag
ECTS
7,5
Endamál
At skilja samfelagsligu, mentannarligu, sosialu og sálafrøðiligu árinini tónleikur hevur á børn og ung í dag, og hvørji árin áðurnevndu viðurskifti hava á, hvønn tónleik børn og ung hava áhuga í. At fáa innlit í tónleikasøguna og við hesum eisini fata sambandi millum tónlistarligar broytingar og samfelagsbroytingar. Endamáli við skeiðinum er at tann lesandi: 1. skal fáa innlit mentan og ”tónlistarliga læru” 2. skal fáa innlit í sálarfrøðilig og námsfrøðilig perpektiv á ”tónlistarliga læru” 3. skal fá innlit í tónlistarligan estetikk 4. skal fáa vitan um møti millum tónleik, mentannarlív og lívsmentan 5. skal fáa vitan um tónleikasøguna
Innihald
1. Mentannarlig, sálafrøðilig og námsfrøðilig perspektiv á ”tónlistarliga læru” 2. Estetikkur og tónleikur. Tónleikur og greining/uppliving. Tónleikur formur og innihald sum partar og heild. 3. Tónleikakunning 4. Tónleikamentan
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakar lýsing Eftirmetingarúrslit: Innanhýsis próvdøming verður nýtt. Tann lesandi fær staðið ikki staðið