7504.11 - Lærutilgongdir í tónleikatímanum


Skeiðsnummar
7504.11
Heiti
Lærutilgongdir í tónleikatímanum
ECTS
7
Endamál
At gera lærutilgongdir og við hesum fáa praktiskar royndir í at seta sær undirvísingarlig mál. Finna miðlar og metodur at náa hesum málum, og gera bæði ávegis og endaliga eftirmetingar av lærutilgongdunum. Endamáli við skeiðinum er at tann lesandi: 1. skal gerast førur fyri at tilrættaleggja tónleikaundirvísingina so hon byggir á kontinuitet. 2. skal gerast førur fyri at finna metodur og arbeiðsamboð so at tónleikaundirvísingin gerst meiningsfull fyri øll. 3. skal gerast førur fyri at kunna broyta ta tilrættalagda skjótt, um tað gerst neyðugt, og annars at vera førur fyri at eftirmeta undirvísingina so hvørt.
Innihald
1. Fáa holla vitan um og viðgera evni fakdidaktikk. 2. Fáa holla vitan um metodur og undirvísingaramboð. Akkustisk og elektrisk ljóðføri/undirvísingaramboð. 3. Starvslæru har evnini á skeiðunum vera roynd í praksis.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakar lýsing Eftirmetingarúrslit: Uttanhýsis próvdøming verður nýtt. Tann lesandi fær eitt próvtal eftir galdandi próvtalstiga