7505.10 - Ljóðføri sum hjálærugrein, samanspæl, kór, og bólkaleiðsla og sangur


Skeiðsnummar
7505.10
Heiti
Ljóðføri sum hjálærugrein, samanspæl, kór, og bólkaleiðsla og sangur
ECTS
9
Endamál
Tað er sera neyðugt í lærugreinini tónleik, at tann lesandi fær hollan kunnleika til at standa fyri undirspæli til sang, at leiða sang og samanspæl og sum heild hava so góðar tónleikaraførleikar sum møguligt. Endamáli við skeiðunum er at tann lesandi: 1. skal gerast førur fyri leiða felagssang við klaver ella gittarundirspæli 2. skal spæla eitt ljóføri ella syngja á høgum støði 3. skal gerst førur fyri at syngja á ein fríðan og fullgóðan hátt 4. skal gerast førur fyri at dirigera størri og smærri bólkum 5. skal gerast førur fyri at standa fyri smanspæli á øllum stigum fólkaskúlans
Innihald
1. Tann lesandi skal fáa holla frálæru í einum høvuðsljóðføri á musikkskúlastøði. Um ikki ber til at geva frálæru í høvuðsljóðføri innanhýsis, verður lærari fingin til vega uttanfyri stovnin. 2. Tann lesandi skal fáa frálæru í klaver og ella gittar sum hjálæruljóðføri. Brúsklaver ella besifringsgittarspæli. 3. Tann lesandi skal fáa holla tekniska frálæru í kór og intrumentbólkaleiðslu. 4. Tann lesandi skal fáa frálæru í sangteknikki 5. Tann lesandi skal fáa kunnleika til nógv ymisk ljóðføri, so sum bassgittar trummusett og onnur slagverksljóføri.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakar lýsing Uttanhýsis próvdøming verður nýtt. Tann lesandi fær eitt próvtal eftir galdandi próvtalstiga