7525.11 - Heilsa og heilsupedagogikkur


Skeiðsnummar
7525.11
Heiti
Heilsa og heilsupedagogikkur
ECTS
4
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu:  fáa hollan kunnleika um kostráðini, ið Fólkaheilsuráðið hevur almannakunngjørt. • megna at breiða út sunnar kostvanar til (1) børn og til búfólk á stovni og (2) tey, sum vara av børnum og búfólkum  kunna leggja til rættis, fremja í verki og eftirmeta tiltøk, ið hava til endamáls at gera heilsugóðar máltíðir á barnagarðs- og stovnsøkinum
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 6 sjálvstøðugar og tó samfastar eindir: 1) Matur og máltíðir 2) Matmentan 3) Kostráð 4) Heilsupolitikkar 5) Tiltøk og heilsuátøk, sapere 6) Reinføri í køkinum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávur og verkligar uppgávur. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Táskeiðið er lokið skal, skal hin lesandi: • duga at seta orð á kostráðini, ið eru tilmæld • duga at formidla sunnar kostvanar til ein ávísan bólk • megna at leggja til rættis sunnar máltíðir á barnagarði og stovni • megna at gera sunnar máltíðir og skipa aktivitetir við mati á barnagarði og stovni • duga at meta um heilsuátøk eru egnaði til ein ávísan bólk
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi taka virknan lut í undirvísingini. Hetta merkir, at hon/hann skal møta upp og loysa tær uppgávur, ið eru partar av skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestarlista tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Gudna á Rógvi Joensen