7705.11 - Skúlabúgving og innskúling - yrkisrættaður partur


Skeiðsnummar
7705.11
Heiti
Skúlabúgving og innskúling - yrkisrættaður partur
ECTS
10,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini.
Endamál
Hetta skeiðið er starvsrættað. Tey lesandi skulu (1) ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum, ið eru í skúlabúgvingar- og/ella innskúlingaraldri og (2) menna sínar førleikar at skipa pedagogiskt virksemi, ið fakliga, didaktiskt, sosialt og kreativt er rættað ímóti hesum málbólki.
Innihald
• Lógarverk • Didaktiskar tilgongdir • Undirvísingarhættir • Næmingalagað undirvísing • Verkætlanararbeiði í praksis • Virksemi í eini undirvísingar- og menningarstøðu • Fakliga støði, bæði í skúlabúgving og í innskúling • Eftirmeting • Sosialisering • Samskifti og samstarv millum lesandi/børn og lesandi/starvsfelagar • Virksemi í einum stovni og/ella á einum skúla
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi: • Kunna arbeiða verkliga og ástøðiliga í starvslæru á einum dagstovni, skúla (innskúling) ella frítíðarskúla. • Megna kritiskt og tulkandi at taka støði í teimum lógum, kunngerðum og reglugerðum, ið eru galdandi á dagstovnaøkinum og/ella fólkaskúlaøkinum • Megna at arbeiða greinandi og tulkandi við námsætlanum sum grundarlag fyri námsfrøðiliga virkseminum. • Duga at fyrireika eina didaktiska verkætlan í neyvum samstarvi við starvslæraran, har lagt verður upp fyri, at børn læra og mennast á ymiskan hátt. • Megna at taka atlit at menningarstøði og fortreytum hjá galdandi aldursbólki. • Duga at greina, hvussu fakliga undirvísingin verður skipað í innskúlingini. • Kunna greina menningartilgongdina í skúlabúgvingini og herundir hvønn leiklut, fakliga menningin hevur. • Megna at samstarva við starvsfelagar, námsfrøðingar og lærarar. • Kunna greina teir ymisku faktorarnar, ið eru við til at sosialisera skúlabarnið • Duga at arbeiða við pedagogiskari skjalfestan (dokumentation), bæði í mun til arbeiðið við næmingunum og í mun til verkætlanina hjá tí lesandi • Duga at nýta eftirmeting sum ein natúrligan part av undirvísingini og didaktisku tilgongdini hjá tí lesandi. • Megna at virka og samskifta við næmingarnar/børnini við atlit at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi (eisini í mun til næmingalagaða undirvísing)
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður framd av starvslærara og avvarandi faklærara. Próvtøkan verður mett einsæris. Endurpróvtøka verður lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Annika Antoniussen