7723.11 - Normalitetur og frávík, inklusión og eksklusión
Skeiðsnummar
7723.11
Heiti
Normalitetur og frávík, inklusión og eksklusión
ECTS
10,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi
• fær innlit í hugtøkini normalitetur/frávik og inklusión/eksklusión í stovns- og skúlahøpi
• fær vitan um diagnosur, sum verða brúktar í mun til børn í nútíðarsamfelagnum
• gerst tilvitaður um fyrimunir og vansar við diagnosum
• dugir at skyna millum ymisk viðurskifti og hendingar, sum kunnu merkja støðu og trivna hjá børnum
• lærir at taka støðu til, hvørji tiltøk og avgerðir skulu og kunnu takast í samband við børn í serligum støðum
• lærir at meta um fremjandi praksismøguleikar, tá serlig krøv gera seg galdandi í mun til børn
Innihald
Skeiðið viðger hesi tema:
• Diagnosur
• Brek
• Umsorgan
• Sorg
• Barnavernd
• Happing
• Kanningar av børnum
• Samstarv millum foreldur og lærarar/pedagogar
Arbeiðsháttur:
PBL-hátturin
Próvtøkuháttur
Synopsa við munnligari próvtøku (einstaklinga-) (Hetta verður neyvari lýstar í sjálvstøðugum skrivi)
Eftirmetingarúrslit:
Tann lesandi fær karakter eftir 13-stiganum.
Tá ið mett verður um próvtøkuúrslitið, verður serliga hugt at:
(1) Um tann lesandi hevur ognað sær teir førleikar, ið eru nevndir í endamálsorðingini
(2) Um tann lesandi hevur skrivað ein samanhangandi tekst, har hann nýtir greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting.
(3) Um tann lesandi hevur nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.

Próvtalsstigi
13-talsstigin