7930.11 - Starvslæra: Føroyskt á linju


Skeiðsnummar
7930.11
Heiti
Starvslæra: Føroyskt á linju
ECTS
6
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í lyrikki og prosa í verki. Málið er at greina yrkingar og prosatesktir saman við næmingum og m.a. fáa greiðu á, hvussu væl tað hepnast at greiða frá greiningaramboðum, hvussu væl næmingar megna at brúka greiningaramboðini og á hvørjum torleikastigi arbeitt eigur vera.
Innihald
Tey lesandi skriva undirvísingartilfar til starvsvenjingarskeiðið í tveimum umførum. Eina viku til lyrikk fyri heyststeðgin og eina viku til prosa vikuna fyri jólasteðgin. Fyrstu vikuna í januar leggja tey lesandi undirvísingarskrá fyri vikurnar til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna ymisk grundleggjandi greiningararmboð til hesi skaldskaparsløg í verki.
Próvtøkuháttur
So hvørt sum skeiðið líður, fáa tey lesandi at vita, hvussu vegleiðarar meta um frálærutilfar, skrá og frálæru. Eftir skeiðið verður fundur um alt skeiðið saman við vegleiðarum og akkersfólki. Eftir tað fáa tey lesandi høvi at leggja sínar royndir frá starvsvenjingini fram fyri flokkin og skifta orð um sínar royndir. Eftirmetingarúrslit: Próvtal saman við munnligari eftirmeting frá vegleiðarum.