7221.09 - Filmur: Livandi myndir


Skeiðsnummar
7221.09
Heiti
Filmur: Livandi myndir
ECTS
9
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi førleikar at greina livandi myndir - at greina, perspektivera og taka støðu til miðlaframleiðslur innan fiktión, dokumentar, fakta og blandingar av hesum – við áherðslu á film.
Innihald
Undirvísingin verður skift sundur í hesar partar: 1) Grundleggjandi filmsmál: Myndin og elementini 2) Filmur sum fotografi og kameraið sum pennur 3) Shot-to-shot greining 4) Filmur sum ljóð 5) Dramaturgi – hugtøk, amboðskassi og frymlar 6) Film- og sjónvarpssøga: grundleggjandi gjøgnumgongd av høvuðstrekkum í films- og sjónvarpssøguni. Her er talan um afturvendandi evni yvir fýra vikur 7) Filmsgenrur – genrugreining 8) Leikstjóri sum høvundur: Auteurgreining 9) Stuttfilmur: Tey sjey parametrini. Framleiðsla: frá hugskoti til framleiðslu (á pappírinum) 10) Dokumentar 11) Sjónvarpslýsingar: tey 30 sekundini 12) Videolist 13) Ung og filmur: filmur í undirvísing
Próvtøkuháttur
Tey lesandi velja sær (2 ella 3 saman) ein film at greina og tulka. Tey lesandi skulu í avrikinum sýna, at tey duga at nýta øll vanlig amboð í filmsgreining og duga at brúka tey í námsfrøðiligum virksemi. Próvtøkuuppgávan verður í tveimum. Fyrri partur er ein grundleggjandi filmsgreining og tulking. Seinni partur er ein arbeiðsskrá fyri, hvussu arbeitt verður við filminum í ávísum flokki í fólkaskúlanum í 14 dagar. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa próvtal fyri avrikið. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at nýta øll vanlig greiningaramboð til filmsgreining • Um tann lesandi er tilvitandi um grundleggjandi filmsmál • Um tann lesandi megnar at tulka film • Um tann lesandi dugir at velja tilfar, sum hóskar ávísum skúlastigi • Um tann lesandi hevur hegni at brúka film sum undirvísingartilfar • Um uppgávan er væl skipað • Um tann lesandi málber seg væl, at orðalagið er raðið og rætt er stavað • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina