7227.10 - Modernitetur


Skeiðsnummar
7227.10
Heiti
Modernitetur
ECTS
6
Endamál
At nema sær kunnleika og vitan um bókmentir, listasøgu, søgu og heimspeki í tíðarskeiðinum uml. 1890 til 1920
Innihald
Gjøgnum arbeiði við bókmentum, málningalist, tónleiki, søgu og heimspeki skal tann lesandi fá innlit í listarákið modernismu ella modernitet, sum byrjar við, at "Gud er deyður" um leið 1880 og fyribils endar við, at "Tann besti av øllum heimum” gongur til grundar sum úrslit av ræðuleikunum í fyrra heimsbardaga. Modernisman setur spurning við ímyndina av einum stórum, savnandi og samanhangandi veruleika handan tað, ið verður sansað. Í modernitetinum varnast tú eina kenslu av fyrring og sundurlyndi, m.a. tí at tøttu bondini millum menniskju losna. Øðrumegin gevur hetta einstaklinginum høvi at allysa seg sjálvan, men tað dregur mangan bæði einsemi og rótloysi við sær. Einstaklingurin varnast, at hann ikki við sínum máli einans kann lýsa veruleikan og siga frá sínum royndum; honum vantar evnini at siga frá tómleika og fyrring í einum heimi, sum ikki longur setur fastar karmar um, hvussu hann skal bera seg at. Listin er eisini ivandi, um skilvísi og vísindi kunnu stýra samfelagnum fram ímóti framstigi og vælferð. Krepputilvitskan í modernismuni kemur fram bæði í innihaldi, formi og sniði, og listin handar víðari eitt paradgmuskifti í metafysikkini, subjektinum, málinum og samfelagnum bæði í Evropa og USA. Ein nýskapandi og øðrvísi list skal siga frá einum nýggjum veruleika undir teimum treytum, modernaða tilveran setur. Moderniteturin er rák, sum setur síni merki bæði í menniskjuna og listina bæði í 20. og 21. øld, har heimurin alsamt broytist og alssamt verður máað burtur av siðvenjum og virðum.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka og 80% hjávera. Próvtalið er staðið ella ikki staðið