7348.12 - Fremdsprachenpädagogik


Skeiðsnummar
7348.12
Heiti
Fremdsprachenpädagogik
ECTS
9
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at tann lesandi mennir sína vitan um ymisk ástøði í sambandi við frálærufrøði, sum hevur verið støði undir undirvísingini í fólkaskúlanum tey seinastu 50 árini eins og kjakast verður um, hvat ástøði hóskar best til undirvísingina í dag. Tann lesandi skal eisini fáa innlit í og gera sær hugsanir um, hvørjir arbeiðshættir og hvørji hjálparamboð hóska til næmingarnar og geva teimum bestu úrslitini í týskum. Harumframt er tað umráðandi at kjakast verður um námsætlanina fyri týskt í 8-10 flokki eins og ein vælfyrireikað vitjan av einum fólkaskúlalærara í týskum hevur týdning, áðrenn næmingarnir fara í starvsvenjing
Innihald
- Tann søguliga gongdin: Trý ymisk sjónarmið í sambandi við tað at læra mál: Behaviorisma, Mentalisma og Ástøðið um Millummál (Intersprog) - Hvussu millummálið mennist: Ein mannagongd í fleiri stigum - Input, Output og Millummál. Trý hugsanarstøði um tað at læra mál - Tann málvísindaliga tilgongdin: Tað liggur í málinum - Tann fatanarliga tilgongdin: Tað hendir í høvdinum - Tann samfelagssliga tilgongdin: Tað hendir okkara millum - Einmenniligir faktorar: aldur, gløggskygni og motivatión
Læru- og undirvísingarhættir
fyrilestrar, venjingar, studentaframløgur, bólkaarbeiði
Læruúrtøka
tá skeiðið er lokið, megna tey lesandi: - At greiða frá um tey sjónarmið, ið tey síðstu 50 árini hava gjørt seg galdandi í sambandi við tað at læra mál. Harumframt eiga tey lesandi at duga at greiða frá, hvat ástøði teirra undirvísing fer at byggja á og at argumentera fyri teirra sjónarmiðum í hesum høpi - At kanna millummálsligu støðuna hjá næmingunum í einum ávísum skúlaflokki - At meta um, um tað í teirra undirvísing t.d. er pláss fyri “samráðing” í sambandi við tvírøður millum næmingarnar - At kanna og taka støðu til í hvønn mun næmingurin mennir sítt millummál við at seta upp eitt hugsanarstøði um málslig mynstur og reglur, sum hann kennir frammanundan - At finna fram til, hvussu ein best eyggjar næminginum at loysa uppgávurnar
Próvtøkuháttur
Tey lesandi avlevera eina skrivliga uppgávu, sum tey eina viku seinni skulu verja í sambandi við eina munnligu próvtøkuna. Uppgávan skal vera umleið fýra síður á føroyskum, har greitt verður frá, hvørjar hugsanir tey gjørdu sær um ástøði í sambandi við starvsvenjingina í týskum, og hvussu hon var løgd til rættis. Harumframt eigur at vera mett um, hvussu starvsvenjingin hepnaðist. Ein samandráttur á týskum á umleið 1 s. eigur at fylgja við.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Gerda Holm Poulsen