7472.16 - Støddfrøðiundirvísing og geometri


Skeiðsnummar
7472.16
Heiti
Støddfrøðiundirvísing og geometri
ECTS
10
Fortreytir
Bert um tann lesandi hevur staðið skeiðið “Tøl, roknihættir og algebra”, ella um tann lesandi kann skjalprógva at hava staðið líknandi skeið.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 10. flokki í geometri.
Innihald
Innihaldspartarnir eru: - viðger og meting av tí, sum lesiætlanirnar siga um geometri. - undirvísingartilfar viðvíkjandi geometri. - fakliga perspektivið innan støddfrøði fevnir bæði um tey støddfrøðiligu evnini, plan- og rúmgeometri, umframt fjøltáttaðan matematiskan arbeiðs- og hugsunarhátt við serligum denti á hugsan og tankaførleikar. - Ymsar arbeiðs- og hugsunarhættir við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir og at arbeiða við problemum og hugsan. - almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. - tey lesandi vísa undirvísingargongdir innan geometri. - avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum - KT er partur av arbeiðinum á skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi hava nomið sær førleikar at fyrireika, fremja og eftirmeta útvalt undirvísingartilfar og lesiætlan frá 1. til 10. flokk við atliti at geometri. Lesandi skulu megna at: - hugsa matematiskt við at fylgja og døma eitt matematiskt hugsunarlag umframt at menna og nýta matematiska argumentatión við visualisering og próvførslu innan vald evni. - finna og greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan geometri - nýta hesa vitan til at fyrireika og eftirmeta motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði, sum hugfangar næmingar í virksemi innan støddfrøði og kreativt virksemi annars. - halda seg til galdandi lesiætlanir vivíkjandi geometri. - gera seg skikkaðan til at meta um vald evni innan geometri. - kunna meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald.
Próvtøkuháttur
Eftirmeting er bygd á framløgu. Hvør lesandi hevur egna framløgu har hann greiður frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í sínari undirvísingargongd (à minst 3 vikur) Próvtøkan er synopsa við seinni framløgu (framløgan vigar meira) umframt kjak. ½ av tíðini til framløgu, ½ til kjak (framløgan vigar meira) (ein lesandi: 30 min, tvey lesandi: 45 min, trý lesandi: 60 min) Synopsa: ein lesandi: 5 síður, tvey lesandi: 6 síður, trý lesandi: 7 síður
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen