7508.12 - Tónleikur, samskifti og samfelag


Skeiðsnummar
7508.12
Heiti
Tónleikur, samskifti og samfelag
ECTS
9
Endamál
At skilja samfelagsligu, mentannarligu, sosialu og sálafrøðiligu árinini tónleikur hevur á børn og ung í dag, og hvørji árin áðurnevndu viðurskifti hava á hvønn tónleik børn og ung hava áhuga í. At geva børnum og ungum eina breiða fatan av tónleiki, og tónleikasløgum. At fáa innlit í tónleikasøguna og við hesum eisini fata sambandi millum tónlistarligar broytingar og samfelagsbroytingar.
Innihald
• Konstruktivisma • Sosialkonstruktivisma • Habitushugtøk • Tónlistasøgu í samfelagshøpi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, bólkaarbeiði
Læruúrtøka
• Tann lesandi megnar at undirvísa differentiera í tónleiki • Tann lesandi skal kunna geva næmingunum innlit í tónlistasøgu, bæði sum sjálvstøðuga grein, og í samfelagshøpi. • Tann lesandi skal kunna samantvinna ymisku førleikarnar hjá næmingunum í tónlistarligum samanhangum
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakar lýsing
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin