7553.11 - Samtíðarlist


Skeiðsnummar
7553.11
Heiti
Samtíðarlist
ECTS
10,5
Endamál
Skeiðið er tvíbýtt, har høvuðsøkini estetiskar lærutilgongdir og samtíðarlist verða viðgjørd. Innan estetiskar lærutilgongdir skulu tey lesandi ogna sær vitan um: • Hvørjar heimspeki- og vísindaligar fatanir av hugtakinum estetikkur hava verið áleikandi gjøgnum tíðirnar • Hvønn leiklut hugtakið estetikkur í dag hevur í samband við ástøði um læring og sannkenning. • Hvat eyðkennir eina estetiska lærutilgond og hvussu arbeiðast kann við estetiskum lærutilgongdum í lærugreinini myndlist í fólkaskúlanum. Innan samtíðarlist skulu tey lesandi ogna sær vitan um: • Hvat eyðkennir samtíðarlistina í dag. • Hvønn leiklut samtíðarlistin kann hava í samband við læring og sannkenning hjá nútíðar børnum og ungum. • Hvussu arbeiðast kann við samtíðarlist í lærugreinini myndlist í fólkaskúlanum.
Innihald
Innan økið estetiskar lærutilgondir koma tey lesandi at viðgera ástøði um estetikk breitt, bæði úr søguligum og nútíðar sjónarhorni. Serligur dentur verður lagdur á ástøði um estetikk í nútíðarhøpi í samband við læring og undirvísing. Í hesum sambandi verða didaktiskir spurningar viðgjørdir, við tí fyri eyga, at tey lesandi menna undirvísingarførleikar innan estetiskar lærutilgondir í lærugreinina myndlist. Ein liður í hesi viðgerð verður verkligt myndaarbeiði hjá teimum lesandi, so tey menna bæði handaligar og didaktiskar førleikar í samband við estetiskar lærutilgongdir, og fáa sett ástøði inn í ein praktiskan og didaktiskan samanhang. Innan samtíðarlist koma tey lesandi at viðgera ymsar definitiónir og ymisk eyðkenni av samtíðarlistini. Serligur dentur verður lagdur á samtíðarlist í samband við læring og undirvísing. Í hesum sambandi verða didaktiskir spurningar viðgjørdir, við tí fyri eyga, at tey lesandi menna undirvísingarførleikar í samtíðarlist í lærugreinina myndlist. Didaktiskir spurningar, sum viðgjørdir verða eru m.a. hví og hvussu arbeiðast kann við samtíðarlist í lærugreinini myndlist.
Próvtøkuháttur
Einstaklingauppgáva. Innanhýsis próvmeting. Próvtal verður givið eftir galdandi próvtalsskipan.