7007.10 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7007.10
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
8
Endamál
Ein ábyrgd hjá bæði lærarum og námsfrøðingum, í fylgi endamálsgreininum fyri skúlan og dagstovnar, er, “í sátt og samvinnu við foreldrini,” at vera við at geva børnum “eina kristna og siðalagsliga uppaling.” Henda uppaling skal taka støði í “ándsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.” Hesar orðingar endurspegla bæði kristna siðaarvin og modernaðu siðvenjurnar, ið hava havt stóra ávirkan á hvussu føroyska samfelagið er myndað og skipað. Av tí at námsfrøðingar og lærarar eiga ein týðandi leiklut í at menna børn at gerast virknir samfelagsborgarar, er tað sera týdningarmikið at teir nema sær eitt gott innlit í og fata tær hugmyndir og lívsfatanir, ið samfelagið byggir á. Og lærarar og námsfrøðingar eiga eisini at vera varugir við tær ymsu áskoðanir og virðir, ið børnini tey arbeiða við umboða. Endamálið við hesum skeiði er at hjálpa teimum lesandi at 1) nema sær innlit í grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum lívsáskoðanum; 2) læra at hugsa innan skynsemiskarmarnar í hesum lívsáskoðanum; 3) læra at arbeiða við etiskum spurningum inann fyri karmarnar í hesum lívsáskoðanum, og á henda hátt læra hví folk koma til ymsar niðurstøður í hesum spurningum; 4) og á henda hátt skilja hvønn leiklut lívsáskoðanir og siðalæra hava í teirra yrki.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru: 1) Keldur og røtur í kristnari trúgv og siðvenju 2) Humanisma og modernað heimsfatan – fyrr og nú 3) Globalisering, fjølbroytni og mentanarlig virði í dag 4) Grundleggjandi tættir í kristnari lívsáskoðan: Gud, alheimur og menniskja 5) Karmar og fleirfeldi: Kristna siðvenjan á skúlum og stovnum í dag 6) Globalisering, fjølbroytni og mentanarlig virði í dag 7) Frælsi, vitan og etikkur – Bertrand Russell 8) Kristin siðalæra 9) Mannarættindi 10) Virði í skúla og uppaling 11) Trúgv og vísind: Stríð ella samljóð? 12) Meining í gudleysum heimi 13) Samfelag, einstaklingurin og framtíðin 14) Trúgv, lívsáskoðanir og almenna rúmið 15) Ert trúgv av tí ónda ella keldan til tað góða 16) Tí eri eg ikki kristin – Bertrand Russell
Próvtøkuháttur
1) Virkin luttøka í undirvísingini, bólkaarbeiði, o.líkn. 2) Framløga. Í viku 24 vera bólkaframløgur og kjak, har tey lesandi skulu argumentera fyri og kjakast um mótstríðandi sjónarhorn um ymisk viðurskifti. Bólkarnir fara at arbeiða við teirra evni gjøgnum alt skeiðið. Undirvísarnir kunna nærri um framløguna við skeiðsbyrjan. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Próvtal verður staðið ella ikki staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin