7230.10 - Samskifti, miðlar og filmur
Skeiðsnummar
7230.10
Heiti
Samskifti, miðlar og filmur
ECTS
13,5
Endamál
Skeiðið viðger tað, sum sermerkir ymisku miðlarnar – bæði siðbundnu fjølmiðlarar og nýggjaru talgildu miðlarnar sum internetið við Facebook, YouTube, Wikipedia og filmar.
Undirvísingin hevur til endamáls at geva tí lesandi vitan um samskifti, miðlar og film - ástøði og greining, og at duga at tulka og vandaliga viðgera innihaldið í miðlum og filmum eins og miðlarnar sjálvar.
Skeiðið hevur eisini til endamáls at búgva tann lesandi til at kunna undirvísa børnum í eldru flokkum fólkaskúlans í miðlum og filmum og teirra stóru ávirkan á okkum sum persónar, okkara gerandisdag og samfelagið sum heild.
Á skeiðnum verður eisini komið inn á grundleggjandi samskiftisamboð og tulking av myndum og lýsingum. Miðlarnir verða settir inn í stuttan søguligan samanhang, men høvuðsdentur verður lagdur á miðlarnar sum teir eru og virka í okkara samtíð.
Eisini verður hugt at, hvønn leiklut miðlarnir spæla í barna- og ungdómsmentan, og á hvønn hátt børn og ung skilja og nýta miðlar og film, og hvussu tey viðgera ta kunning, ið miðlar og filmar veita.
Innihald
Undirvísingin verður skipað í fleiri partar. Evnini verða býtt millum undirvísararnar. Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Restina av tíðini – á leið 25 tímar um vikuna - skal tann lesandi nýta til lesnað, uppgávur og bólkaarbeiði. Miðað verður eftir, at undirvísingin er mána-, miku- og fríggjadag frá 8-12. Tó kunnu broytingar koma fyri.
Partarnir, sum verða viðgjørdir eru:
Innleiðsla:
- Grundleggjandi samskifti – sosialsálarfrøðilig modell fyri samskifti.
- Tú og miðlarnir – hvussu brúkar tú miðlarnar í tínum gerandisdegi?
Samskifti og retorikkur
- Einaferð varð tað ... . Um hetjur og lúsakjálkar í miðlasøgum (aktantmodell).
- Retorikarin kann sannføra og forføra. Um logos, pathos og ethos.
Fjølmiðlarnir:
- Hvørji eru høvuðseyðkenni við ymisku miðlunum og teirra arbeiðshættir
- Føroysk fjølmiðlasøga
- Greinasløg (gengrur)
Fjølmiðlarnir sum boðberar
- Hvat kemur á breddan og hví
- Átaksjournalistikkur. Tá endamálið er at røkka ávísum máli
- Grundarlagið undir greinini. Research og kelduvandni.
Fjølmiðlarnir sum fjórða statsvaldið:
- Fittir formidlarar ella hvasstentir varðhundar?
- Varðhundurin og hondin, sum fóðrar. Um sambandið millum journalistar og valdshavarar.
- Undirhaldsmiðlanin - gróðrarbotnur fyri Machiavellismu?
Miðlar úr einum sosiologiskum sjónarhorni:
- Moderniteturin og eg’ið. Hvønn leiklut spæla miðlar í sjálvsfatanini?
- Eg linki, tí eri eg. Homo Conexus vs. Homo Sapiens
- Fáa vit meira demokrati við nýggju miðlunum?
Miðlamentan millum børn og ung:
- Hvat er ein miðil? Tak heldur ein fingur enn mína fartelefon.
- Miðlanýtsla og sjálvsfatan.
- Nýtsla og misnýtsla. Galda sosialu reglurnar eisini í miðlunum?
- ‘OMG, t r klix’. Málnýtsla í nýggju miðlunum.
Nýggju miðlarnir:
- Heimasíðugreining. Hvar liggur boðskapurin?
- Sosialir miðlar. Facebook, Arto, Myspace eru bert toppurin av ísfjallinum
- Wikipedia. Meirlutin ræður.
- Blogs. Hava øll loyvi til at hava eina meining alment?
- Tvørmiðla samskifti. Hvussu kunnu miðlanir spæla saman?
Lýsingar:
- Myndagreining.
- Lýsingagreining. Hvat er tað, sum lokkar okkum at keypa?
- Lýsingar og miðlar. Hvat riggar hvar og hví?
Filmur:
- Filmfagurfrøði
- Mállæra myndamálsins
- Stakmyndin
- Myndskurður
- Sjónarhorn
- Hjátýdningur
- Litir og ljós
- Klipping
- Filmstíð og rúm
- Klipping
- Ljóð
- leiklistafrøði
- Greining
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva 3 saman eitt verkevni vikuna fyri jól, annaðhvørt um samskifti og miðlar ella film í undirvísingini. Verkevnið verður grundarlag undir starvsvenjingini, tey lesandi skulu hava í januar. Verkevnið er neyvari lýst í heftinum “Vegleiðing til verkevni í samskifti, miðlum og filmi í l2”
Tann lesandi skal vísa:
- at hann hevur ognað sær innlit og førleika at skilja miðlarnar og ta ávirkan teir hava á okkum og samfelagið.
- at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka innihaldið í miðlunum – tað veri seg tíðindi, greinir, sjónvarpssendingar, lýsingar og filmi.
Harumframt verður hugt at:
• Hvussu væl tann lesandi dugir at hugsa kunnleikan um miðlar og samskifti inn í ta undirvísing hann/hon skal hava fyri næmingum í fólkaskúlanum.
• At tann lesandi orðar seg vandaliga og hevur gott orðalag.
• Hvussu hegnisliga tann lesandi megnar at skipa uppgávuna.