7233.11 - Próvtøkuverkevni


Skeiðsnummar
7233.11
Heiti
Próvtøkuverkevni
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at skriva próvtøkuverkevnið er, at tann lesandi hevur staðið Evropiska mentasøgu I og II.
Endamál
Endamálið er, at lesandi við hollari vitan um Evropiska mentasøgu I og II klárar at viðgera djúptøkiliga og vandaliga eitt sjálvvalt evni bæði fakliga, námsfrøðiliga og didaktiskt.
Innihald
Innihaldið í skeiðnum fevnir um: • Sjálvstøðugt arbeiði • Vegleiðing
Læru- og undirvísingarhættir
Tilgongdin í próvtøkuverkevninum fevnir um:• sjálvstøðugt arbeiði við próvtøkuverkevninum einsæris ella í bólki
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi í sínum sjálvvalda evni sýna, at: • tey duga at brúka greiningaramboð og tulkingarhættir í bókmentum og myndlist • tey við støði í sínum próvtøkuverkevni duga at greiða frá viðkomandi námsfrøðiligum og didaktiskum ástøði, og hvussu tey kunnu verða brúkt í verki • tey við støði í sínum próvtøkuverkevni duga at leggja til rættis eina fjølbroytta og nýhugsandi undirvísingargongd til ein 10. flokk í 6 vikur • tey duga at seta uppgávuna og undirvísingartilfarið í frásjón
Próvtøkuháttur
Próvtøkan fevnir um: • skrivliga uppgávu, námsfrøðiligar frágreiðingar og undirvísingargongd • munnliga framløgu. Próvtal verður givið eftir próvtalsstiga í gildi. • próvtalið er einstaklingsbundið • ymisk próvtøl kunnu í ávísum førum verða givið lesandi, ið hava skrivað og vart somu uppgávu
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Hanne Jacobsen