7235.11 - Miðlar og filmur


Skeiðsnummar
7235.11
Heiti
Miðlar og filmur
ECTS
13
Endamál
Skeiðið hevur sum fremsta mál: - at búgva tann lesandi til at kunna undirvísa børnum í fólkaskúlanum í myndum, serstakliga lýsingum, og filmum - at gera tann lesandi tilvitandi um tað, sum sermerkir lýsingar og teirra evni at ávirka okkum - at gera tann lesandi stinnan í at greina filmmál
Innihald
Skeiðið er grundskeið í myndagreining og filmgreining. Nomið verður við grundleggjandi samskifti og samskiftisástøði, sum myndir og filmar eru grundað á. Grundleggjandi greining verður kjarnin í skeiðnum. Tey amboð, nýtt verða, tá ið filmar og myndir verða “lisin” sum tekstur, verða roynd. Greinaðar verða fyrst myndir, ið umboða nøkur høvuðsmentanarrák í Evropa. Síðan verður arbeitt við myndum úr miðlunum, ið hava so stóra ávirkan á okkara meiningar og fatanir. Triði partur verður filmur greinaður til tess at avdúka grundleggjandi bygnað og virkisamboð. Undirvísingin verður skipað í tveir partar. Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Mána-, miku- og fríggjadag frá 8-12. Restina av tíðini – á leið 25 tímar um vikuna - skal tann lesandi nýta til lesnað, uppgávur og bólkaarbeiði. Partarnir, sum verða viðgjørdir eru: Myndir og Lýsingar: - Grundleggjandi samskiftisgreining - Myndagreining - grundhugtøk - Lýsingagreining. Hvat er tað, sum lokkar okkum at keypa? - Lýsingar og miðlar. Hvat riggar hvar og hví? Filmur: - Filmfagurfrøði - Mállæra myndamálsins - Stakmyndin - Myndskurður - Sjónarhorn - Hjátýdningur - Litir og ljós - Klipping - Filmtíð og rúm - Klipping - Ljóð - Leiklistafrøði - Greining
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva 3 saman eitt verkevni í viku 45 um myndir og í viku 50 3 saman eitt verkevni um film. Verkevnini verða grundarlag undir starvsvenjingini, tey lesandi hava í januar. Verkevnini eru neyvari lýst í heftinum “Vegleiðing til verkevni myndum og filmum í l2” Tann lesandi skal vísa: - at hann dugir at greina og tulka myndir og filmar og skilir ta ávirkan, tey hava. Harumframt verður hugt at: • Hvussu væl tann lesandi dugir at flætta myndir og filmar inn í fólkskúlaundirvísing • At tann lesandi orðar seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt • Hvussu hegnisliga tann lesandi skipar uppgávuna.