7258.11 - Stuttskeið og ekskursión


Skeiðsnummar
7258.11
Heiti
Stuttskeið og ekskursión
ECTS
6
Fortreytir
Lesandi skal lúka upptøkutreytirnar til læraraútbúgvingina, ella hava tilsvarandi útbúgvingarligar ella starvsligar fortreytir.
Endamál
Málið við lestrarferðini er, at lesandi uppliva øðrvísi náttúruviðurskifti, men eisini at lesandi fáa fatan av ymiskleikanum í hvussu samspælið millum náttúruviðurskifti og mentanir kann verða skipað. Annað endamál við lestrarferðini er at brúka upplivingar í fremmandari náttúru sum íblástur til hugleiðingar (refleksión) um náttúrufaks-didaktikk, herundir “úti”-didaktikk, og hvussu íblástur og hugleiðingar kunnu brúkast í “heimligum” samanhangum. Á lestrarferðini skulu lesandi eisini vitja fólkaskúlar og aðrar undirvísingarstovnar. Hesar vitjanir skulu fyriskipast so, at tær hava relevans fyri útbúgving teirra lesandi. Lesandi standa sjálv fyri stórum parti av fakligu fyrireikingunum og tilrættaleggingini av lestrarferðini, og hava eisini skyldu til at eftirmeta og viðgera faklig viðurskifti frá lestrarferðini, tá tey eru komin heimaftur. Hetta merkir m.a., at tey skulu skriva eina frágreiðing frá lestrarferðini, sum bæði snýr seg um faklig viðurskfti og upplivingarpartin. Endamálið við stuttskeiðunum, 10 í tali, er at lesandi fáa høvi at lesandi fáa møguleika at fordjúpa seg í avmarkaðum fakøkjum úr øllum náttúruvísindafakunum, har serfrøðingar uttanhýsis ofta koma at undirvísa og halda fyrilestrar.
Innihald
Innihaldið á lestrarferðini skal skal handla um eitt náttúrufakligt tema, ið tey lesandi kunnu fáa gleði av sum komandi lærarar. Tey lesandi skulu sjálv – við stuðli og vegleiðing frá undirvísarunum – fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta og eftirviðgera ferðina. Á ferðini skulu tey lesandi loysa nakrar smærri uppgávur, sum frammanundan eru avtalaðar. Hesar uppgávur snúgva seg um samfelags-, mentanar- og náttúruviðurskifti á ferðamálinum, og skulu ganga inn í ferðafrágreiðingina, sum verður skrivað aftaná ferðina. Á ferðini skal ein vitjan á fólkaskúla ella øðrum undirstovni vera á skránni, og henda vitjan skal eisini vera partur av endaligu frágreiðingini frá lestrarferðini. Lestrarferðin kann vera hildin í Føroyum ella einum av hinum Norðanlondunum ella Skotlandi, og varir í mesta lagi eina viku. Stuttskeiðini verða hildin gjøgnum annað lestrarárið, og skifta millum relevant perspektiv úr geografis, lívføði og alis-/evnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Lesandi standa sjálv fyri tí mesta arbeiðnum í smb. við lestrarferðina. Undirvísararnir eru tó alla tíðina tøkir til íblásturs, og sum vegleiðarar.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Kurt Madsen