7347.12 - Geschichte und gesellschaftliche Verhältnisse


Skeiðsnummar
7347.12
Heiti
Geschichte und gesellschaftliche Verhältnisse
ECTS
12
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at tey lesandi menna sína vitan um týska søgu og kunnleika um týsk samfelagsviðurskifti. Tey fáa innlit í ymisk søgulig tíðarskeið og verða før fyri at skilja samfelagsviðurskifti, ið eru av týdningi í týskttalandi londunum við atliti at nýggjari tíð. Í undirvísingini í fólkaskúlanum skulu næmingarnir umframt at lesa tekstir úr lærubókunum lesa stuttar tekstir, sum greiða frá søguligum og samfelagsligum viðurskiftum í týskttalandi londunum, serstakliga Týsklandi, á løttum týskum máli og læra at samskifta um teir. Filmar hóska serstakliga væl sum ískoytistekstir.
Innihald
- Dentur verður lagdur á søguliga tíðarskeiðið “Das geteilte Deutschland” 1945-90. Tíðarskeiðið verður býtt upp í tríggjar partar, t.v.s. “Die Nachkriegszeit 1945-49”, “Die Bundesrepublik Deutschland 1949-89 und Die DDR 1949-89” og “Der Weg zur Einheit”. Í hesum høpi lesa vit tekstir úr tekstasøvnunum: “ Früher und jetzt?”, 1991 og “Deutsche Wunder”, 2009, sum bæði innihalda yrkis- og fagurbókmentaligar tekstir. Nomið verður eisini við tíðarskeiðið: “Das dritte Reich 1933-45” og “Der zweite Weltkrieg 1939-45” - Tey lesandi fara serstakliga at arbeiða við samfelagsviðurskiftunum í Tysklandi aftan á samanleggingina, eisini kallað “Die Wende”. Her brúka vit tekstasavnið “Deutsche Wunder, 2009, serstakliga partin “Identität und Mentalität“ - Bæði í sambandi við søgu og samfelagsviðurskifti verða lisnar yrkis- og fagurbókmentir. - Tey lesandi skulu læra at viðgera tekstir munnliga og skrivliga, sum snúgva seg um søgulig og samfelagslig viðurskifti - Vit fara eisini at arbeiða við einum filmshandriti ella broti úr einum filmshandriti, sum snýr seg um nasitíðina, eitt nú “Napola – Elite für den Führer” ella “Nicht alle waren Mörder” og einum, ið greiðir frá tíðini áðrenn og aftan á “die Wende”. Sjálvandi fara vit eisini at síggja filmarnar og samanbera teir við filmshandritini, men tað verður ikki nýtt greinandi háttalag í viðgerðini av filmunum.
Læru- og undirvísingarhættir
fyrilestrar, skrivligar venjingar, studentaframløgur
Læruúrtøka
tá skeiðið er lokið megna tey lesandi at greiða frá: - Hesum søguligu tíðarskeiðunum: nasitíðini, seinna veraldarbardaga, tíðini eftir seinna veraldarbardaga, Eystur- og Vesturtýsklandi og tíðini, tá ið sameiningin fer fram. Hetta verður gjørt við at seta stuttar, lættar fagurbókmentaligar tekstir í eitt søguligt ella samfelagsligt høpi, og tað er tí umráðandi, at lærarin á sera løttum týskum máli dugir at greiða frá søgu- og samfelagsligum viðurskiftum. - At viðgera tekstir skrivliga um rímiliga torfør evni innan søgu- og samfelagsviðurskifti á flótandi týskum - Í sambandi við at viðgera tekstir og at greiða frá um søgu- og samfelagsviðurskifti er tað gagnligt, at næmingarnir í fólkaskúlanum á alnótini og í sambandi við eitt nú filmar og sjónvarpssendingar verða kunnaðir um týska søgu og týsk samfelagsviðurskifti
Próvtøkuháttur
Skrivligi parturin fevnir um: - Viðgerð av einum ókendum teksti, sum viðger eitt søgu- ella samfelagsligt evni. Teksturin skal síðan setast í eitt søgu- ella samfelagsligt høpi - Umseting Munnligi parturin fevnir um: - Samrøðu við støði í kendum teksti við atliti at innihaldsligari og søgu- ella samfelagsligari Fatan. Teksturin skal síðan setast í eitt søgu- ella samfelagsligt høpi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Deutsche Wunder. Tatsachen – Erinnerungen – Fiktion. Útg. Anette Flyckt Damkjær o.o., 2009 Früher und jetzt? Útg. Niels Kaae Stimpel, 1991 Ymiskir kopieraðir tekstir
Ábyrgd
Gerda Holm Poulsen