7359.13 - Mállæra
Skeiðsnummar
7359.13
Heiti
Mállæra
ECTS
11
Fortreytir
Treytin fyri taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi fatan av bygnaðinum í føroyskum orðalagi, hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvør eftir øðrum umframt, at tey lesandi læra at greina setningar og rætta tekst málsliga
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fevnir um:
• orðalagslæru
• bendingarlæru
• rættskrivingingarreglur
• málbót
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi skulu arbeiða við: • at greina setningar, fáa greiðu á bendingarmynstrum, rætta næmingaavrik, bøta um mál í skrivligum avrikum • didaktiskum spurningum um, hvussu undirvíst verður í føroyskum máli á ymsum stigum í fólkaskúlanum Undirvísingin skiftir millum: • lærarastýrda undirvísing • fyrilestrar • skrivligar og munnligar venjingar • bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa:
• at tey duga at greina setningar
• at tey duga føroyska bendingarlæru
• at tey duga at greiða frá ymsum stíllegum
• at tey duga at brúka føroyskar stavsetingarreglur
Við hesari vitan skulu tey lesandi sýna:
• at tey duga at rætta skrivlig næmingaavrik
• at tey duga at greiða frá rættingunum
• at tey duga at brúka ymisk háttaløg í málsligari frálæru
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking
Uppgávan er í trimum pørtum.
1 setningagreining
2 eitt mállæruevni
3- ein tekstur at bøta
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen