7360.13 - Prosaskaldskapur og bókmentasøga


Skeiðsnummar
7360.13
Heiti
Prosaskaldskapur og bókmentasøga
ECTS
6
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskar bókmentir úr einum bókmentasøguligum sjónarhorni. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymisk tíðarskeið og vísa á, hvussu hesi tíðareyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í skaldskapinum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av føroyskum bókmentum úr bókmentaligum sjónarhorni. Bókmentir, sum eyðkenna ávís tíðarskeið verða gjøgnumgingnar og settar í norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymiskir tekstir krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í bókmentasøguligum lestri. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd. Tann lesandi skal kunna greina og tulka tekstir úr øllum sjónarhornum og øllum lesihættum og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang.
Próvtøkuháttur
Munnlig roynd (í bólki ella einsæris)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Næmingarnir fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu