7362.13 - Munnligar mentir og málsøga


Skeiðsnummar
7362.13
Heiti
Munnligar mentir og málsøga
ECTS
6
Endamál
Málið við skeiðinum er at geva teimum lesandi amboð at skilja tær málsøguligu broytingar, sum føroyska málið hevur verið fyri og hvussu hetta kemur til sjóndar í niðurskriftunum av teimum munnligu mentunum. Somuleiðis skulu tey lesandi fáa kunnleika til eitt úrval av munnligum mentum og førleika at nýta tey greiningaramboð, sum eru hóskilig at lesa hesar tekstir við. Úrvalið av tekstum skal vera grundarlag undir námsferð til Suðuroyar og tann lesandi skal ítøkiliga kunna leggja eina skrá, har støð verða vitjað, sum vera umrøddir í tekstunum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av, hvussu føroyska málið er broytt gjøgnum tíðina og við dømi í munnligum mentum verður víst á, hvussu munnligar mentir hava verið traderaðar niður gjøgnum øldirnar, og hvussu tær endurspegla lív og mentan føroyinga gjøgnum øldirnar. Tann lesandi skal ogna sær fatan av í hvønn mun føroysk mentanarsøga er partur av einari europeiskari mentanarsøgu og menna síni evni at vísa á, hvar serføroysk eyðkenni koma til sjóndar. Samlað skal tann lesandi ogna sær førleikan at velja út viðkomandi frálærutilfar, so næmingar teirra fáa eitt hóskilig og viðkomandi innlit í føroyska málsøgu og munnligar mentir og tað tíðarskeið tær umboða.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í málsøgu og munnligum mentum úr einum ástøðiliga grundaðum sjónarhorni. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd. Tann lesandi skal eisini vera før/ur fyri at leggja til rættis eina fakliga viðkomandi námsferð, har næmingar læra at knýta tekst og støð og siðvenju at hvør øðrum.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einari ritroynd á 3-4 síður har evnið er: Málsøga og munnligar mentir í frálæruni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Næmingarnir fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu