7701.12 - Barnið – menning og læring


Skeiðsnummar
7701.12
Heiti
Barnið – menning og læring
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag undir virksemi í skúlabúgving og innskúling. Tey skula nema sær innlit í arbeiðsøkið hjá ávíkavist námsfrøðingum og lærarum fyri at kunna samstarva á besta hátt við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið. Harumframt skal tann lesandi ogna sær kunnleika um, hvat eyðkennir menningarstøði og sosialisering hjá børnum í skúlabúgvingini og innskúlingini.
Innihald
• Dagstovnalógin og fólkaskúlalógin • Samstarv millum fakbólkarnar námsfrøðingar og lærarar • Myndan (dannilsi) við atliti at børnum í aldrinum 6 til 9 ár • Læring og menning • Menningarstøði • Námsfrøðiliga grundarlagið • Didaktiska tilgongdin í ávikavist skúlabúgvingini og innskúlingini (mannagongdir og háttalag) • Læruumhvørvi • Sosialisering og spæl • Trivnaður
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at, hvat undirvíst verður í. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi: • Megna kritiskt at lýsa, hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki. • Kunna viðgera grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað í barnagarðinum og í skúlanum. • Duga at finna og brúka granskingargrundaða, námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan, ið hevur hevd í ávikavist skúladiskursinum og í barnagarðsdiskursinum. • Duga at arbeiða verkliga og ástøðiliga við uppgávum, ið ávikavist ein námsfrøðingur, ið er um børn í 5 – 7 ára aldri og ein lærari, ið undirvísir børnum í 7 – 9 ára aldri, skal røkja • Duga at arbeiða tvørfakligt. • Kunna greina og gerast tilvitað um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan skal skrivast einsæris. Próvdøming Uppgávan verður próvmett við uttanhýsis próvmeting. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at draga viðkomandi ástøði, hugtøk, sjónarmið og empirisk kanningarúrslit inn í uppgávusvarið. • Um tann lesandi megnar at vísa á sambindingina millum tey úrvaldu ástøðini um menning, læring og myndan og ítøkiligt námsfrøðiligt arbeiði á barnagarðsøkinum og í skúlanum. • Um uppgávan er væl skipað. • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og stavseting. • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina. Endurpróvtøka verður próvmett á sama hátt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen