7704.12 - Undirvísingin í innskúlingini


Skeiðsnummar
7704.12
Heiti
Undirvísingin í innskúlingini
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini.
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um undirvísing í innskúlingini við støði í einum didaktiskum sjónarhorni, har atlit verður tikið at sosialu, fakligu og kreativu pørtunum í undirvísingini.
Innihald
• Fakliga býtið í innskúlingini • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverk/námsætlanir • Eftirmeting • Næmingatillagað undirvísing • Undirvísingar- /annað tilfar í barnagarðinum og í innskúlingini – føroyskt og útlendskt tilfar • Undirvísingarhættir • Frítíðarvirksemi • Leinkjan millum barnagarð, skúla og frítíðarskúla • Málmenning og málsligt tilvit sum fyritreyt fyri lesing • Byrjunarundirvísing í lesing og skriving
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Hin lesandi skal við skeiðslok: • Megna at skilja og tulka tey krøv, sum ein skúladagur setur børnunum. • Kunna arbeiða verkliga og ástøðiliga við málmenning og støddfrøði, bædi í mun til skúlabúgving og í innskúlingini. • Hava ognað sær kunnleika um fakligu sjónarhornini í móðurmálsundirvísingini og støddfrøðini (talmenning) í innskúlingini. • Hava fingið innlit í lærugreinirnar í innskúlingini • Duga at arbeiða tvørgreinaligt á ein slíkan hátt, at tað fremur fakligu innlæringina • Megna kritiskt at nýta og tulka pedagogiska skjalfesting (dokumentatión), bæði í mun til didaktiska fyrireikingararbeiðið hjá læraranum/námsfrøðinginum og í sambandi við undirvísingina í teimum fakligu evnunum. • Kunna greina og tulka ymsar undirvísingarhættir í mun til fakliga innihaldið • Megna at arbeiða miðvíst didaktiskt í mun til fakligu innlæringina.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva einsæris eina synopsu, sum er støðið undir einari munnligari próvtøku. Endurpróvtøka fer fram á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen