7720.13 - Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting III – Leiðsla av námsfrøðiligum/útbúgvingarligum arbeiði, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla


Skeiðsnummar
7720.13
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting III – Leiðsla av námsfrøðiligum/útbúgvingarligum arbeiði, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla
ECTS
15
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi út frá ástøðiliga tilfarinum í skeiðinum og møguligum egnum royndum meta um, hvat tey halda vera týdningarmikið at seta á dagsskránna innan leiðslu av námsfrøðiligum/útbúgvingarligum arbeiði, starvsfólkaleiðslu og strategiskari leiðslu annaðhvørt í dag-/samdøgursstovni ella grundskúla.
Innihald
• Leiðsla viðvíkjandi tí námsfrøðiliga/útbúgvingarliga virkseminum í dag-/samdøgursstovni ella skúla • Leiðsla í mun til endamálsásetingar fólkaskúlans og dag-/samdøgursstovnsins • Leiðsla av einum starvsfólkahópi annaðhvørt í grundskúla ella dag/-samdøgursstovni • Bólkasálarfrøðilig fyribrigdir í einum starvsfólkahópi • Tvístøður millum starvsfólk • At skyna á, hvat er “mítt og tykkara” (um projektión, projektiva identifikatión og aðrar mekanismur, sum kunnu vera til staðar í einum starvsfólkahópi) • Strategiarbeiði í ástøði og í verki innan skúla og dag-/samdøgursstovnaøkið • Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Framløgur, orðaskiftir og bólkaarbeiði. Sum ein partur av skeiðinum fara lesandi í starvslæru hjá leiðara – annaðhvørt í dag-/samdøgursstovni ella skúla. Í starvslæruni hugsavna tey lesandi seg um viðurskiftir innan leiðslu av námsfrøðiligum/útbúgvingarligum virksemi, starvsfólkaleiðslu og/ella strategiskari leiðslu. Um stakgreinalesandi hevur drúgvar royndir sum lærari í fólkaskúlanum ella námsfrøðingur í dag-/samdøgursstovni, kann hon/hann, í samráð við undirvísaran, velja at skipa starvslæruna øðrvísi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna: • at seta orð á, hvussu ráðgeving, reflektión, eftirmeting og líknandi kann verða nýtt í leiðsluni av námsfrøðiligum/útbúgvingarligum arbeiði í annaðhvørt einum dag-/samdøgursstovni ella grundskúla • umrøða á einum fakligum stigi, hvussu ein leiðari kann eggja sínum starvsfólki til at seta endamálsásetingar skúlans ella dag-/samdøgursstovnsins høgt, tá námsfrøðiligt/útbúgvingarligt arbeiði verður fyrireikað, framt og eftirmett • at seta orð á, hvussu tvístøður kunnu loysast • á grundleggjandi stigi arbeiða við strategi í skúla ella dag-/samdøgursstovni • at meta um strategiir, ið eru settar út í kortið innan skúla- ella dag-/samdøgursstovnaøkið
Próvtøkuháttur
Ígjøgnum skeiðið skulu tey lesandi einsæris lata inn ein essay-tekst innan ávikavist tey trý høvuðsevnini: leiðsla av námsfrøðiligum/útbúgvingarligum virksemi, starvsfólkaleiðsla og/ella strategisk leiðsla. Tann lesandi skal sýna tær ásettu læruúrtøkurnar í essay-tekstunum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð