7729.13 - Normalitetur, frávik og arbeiðshættir


Skeiðsnummar
7729.13
Heiti
Normalitetur, frávik og arbeiðshættir
ECTS
15
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur og frávik, serliga í stovns- og skúlahøpi, duga at meta um tørvin í hesum sambandinum bæði generelt og í serligum høpi hjá bæði einstaklinginum og bólkinum, og duga at velja og grundgeva valið av hóskandi arbeiðshættum, sum eru í tráð við tørv og nýggja vitan á økinum.
Innihald
Diagnosur í nútíðarsamfelagnum Barnapsykiatri Neuropedagogikkur Problematferð Mentalisering Mindfulness Sorg Happing Arbeiðshættir, tiltøk og avgerðir í samband við børn í serligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, framløgur, samrøður, PBL-arbeiði, cases, venjingar, sjálvlestur, sjálvrefleksión.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at • greiða frá ymiskum nútíðar diagnosum, viðfødd og fingin brek, sorg og kreppu, seta hesa vitan inn í arbeiðsstøður hjá einum lærara ella pedagogi, og sjálvstøðugt arbeiða við tílíkum fólkum á ein inklusivan hátt. • fyrihalda seg til einstaklingin, bólkin, starvsfelagar og avvarandi, har serligur ella íkomin tørvur ger seg galdandi. • seta orð á egnan leiklut, t.d. fatan, refleksión, samskifti og málbrúk í arbeiðnum sum pedagogur og lærari, menning, læring og vøkstri at gagni.
Próvtøkuháttur
Synopsa, skrivað í bólki og vard einsæris
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Katrin av Kák