7742.12 - Pedagogisk leiðsla av børnum í bólki


Skeiðsnummar
7742.12
Heiti
Pedagogisk leiðsla av børnum í bólki
ECTS
15
Fortreytir
tey lesandi skulu hava lokið fyrsta part av linjugreinini smá- barnapedagogikkur
Endamál
Yvirskipaða málið í øðrum parti av linjugreinini smábarnapedagogikkur er, at lesandi menna teirra fatan av, hvat tað vil siga at vera pedagogiskur leiðari fyri børn og samstarvsfólk í barnagarðinum. Í samband við starvslæruna skulu tey lesandi samstarva við børn, starvsfólk og foreldur. Tey lesandi skulu skapa sær førleika til at fyrireika, fremja og eftirmeta pedagogiskt starv í barnagarðinum
Innihald
• Didaktikkur og didaktisk relasjónshugsan • Didaktikkur – refleksjón – vegleiðing • Didaktikkur og fjald læruætlan • At leiða barnabólkar • Analytiskur førleiki • Dygd og menning í pedagogiskum arbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
Á skeiðinum verður dentur lagdur á læruhættir, har tey lesandi eru virknir luttakarar. Arbeiðshættirnir vera samrøðufyrilestrar, umrøður í plenum, venjingar, at fyrireika starvslæru, yrkisdagbøkur, obligatoriskar framløgur og umrøður í bólki. Høvuðstyngdin er ein starvslæra á seks vikur á einum dagstovni fyri børn undir skúlaaldur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa, at tey hava vitan um - Didaktikk og læruplanástøði Tey lesandi skulu vera før fyri - At brúka granskingargrundaðan kunnleika í pedagogiska arbeiðinum á dagstovninum - At leiða pedagogiska arbeiði fyri bólkar av børnum í dagstovnum - At leggja tilrættis, fremja, dokumentera og eftirmeta pedagogiska arbeiði á dagstovninum - Kritiskt at eftirmeta dygdina í virkseminum á dagstovninum Tey lesandi skulu vísa, at tey hava almennan kunnleika um - At leiða, skipa og vegleiða samstarvsfólkum á dagstovnum - At samstarva við foreldur, onnur avvarandi og aðrar samstarvspartar.
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við skrivligari einstaklingsfrágreiðing og framløgu frá starvslæruni. Frágreiðing og framløga verða mett av innanhýsis próvdómara. Frágreiðingin kann í mesta lagi vera 2500 orð til longdar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Hildur Patursson